Home Komandi tiltøk Mannfólkarenningin 2016

Mannfólkarenningin 2016

by Hallur Holm

Fjórða árið á rað fer Hvirlan at skipa fyri ársins Mannfólkarenning. Renningin verður nú leygardagin kl. 13.00. Møtt verður á Bilasøluni hjá Wenzel

Mannfólkarenning

Mannfólkarenningin er øðrvísi renning, har tú sleppur tvørtur um Sandá einar tvær ferðir, tú rennir á sandinum, klatrar eitt sindur í bakkanum í Sandágerði, og rennur annars á gøtunum runt hugnaliga umhvørvið við Sandá. Tú verður skitin og tú verður vátur, og tú kanst kalla teg rættan mann, tá tú kemur um málstrikuna. Hvirlan skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:

Mannfólkarenning er gott høvi hjá vinmonnum, arbeiðsplássum, ítróttafólki og øllum møguligum monnum at dyrka seg sjálvar, og ikki minst, bjóða øðrum av sum einstaklingur ella sum lið.

Ársins mannfólkarenning verður 9. apríl, – vit byrja kl. 13.00

Vit halda til eins og í fjør úti við Sandá, so runnið verður í kallmansligum umhvørvi. Talan er bæði um kapping fyri lið og einstaklingar. Melda til her. Fyri at luttaka sum lið krevst at tríggir menn, ið hava melda til sum einstaklingar, gera vart við at teir eru eitt lið. Tað kostar sostatt ikki eyka at luttaka sum lið.

Kappast verður í bólkunum

  • Ungir Menn (f. 1971 ella seinni)
  • Vaksnir Menn (f. 1961-1970)
  • Royndir Menn (f. 1960 ella fyrr)

Kostnaður er 100,00 kr fyri hvønn luttakara.

Kasta verður lut millum allar luttakararnar um:

  • Nax, upplivingar: Kajaktúrur fyri 10 persónar. Virðið 6.000 kr.
  • GPS’ari frá p/f Wenzel. Virði 1.500 kr.

Vit byrja kl. 13.00, og tilmelding á staðnum fer fram frá kl. 11:00-13:00.

Faldari við nærri kunning um tiltakið og kortið yvir rutuna sæst her.

Rutan í ár er eitt sindur broytt. broytingin er at eftir at komi er oman til Sandá, verður fyrst runnið niðan við ánni, áðren farið verði oman í Sandágerð. Í ár verður bert runnið runt eina ferð.

Mannfólk ruta
Vakra umhvørvið við Sandá og í Sandágerði er karmur um ársins Mannfólkarenning

Fyrsta árið Hvirlan skipaðir fyri Mannfólkarenningini, var 3-2 á staðnum, og hetta fingu tey burtur úr:

 

 

 

0 comment
0

Related Articles