Marna og Jan Elmar vunnu FM á 10 km

Skrivað hevur

Rebekka Fuglø og Andrias Hansen vunnu samlaðu vetrarkappingina. Vit fara at skriva eina grein um tað eitt sindur seinni, tá øll stigini er tald upp og klár at leggja út.

Tað eydnaðist tó hvørgum teirra at vinna seinasta umfarið, sum var FM í 10 kilomtra landavegsrenning. Roysnið bjóðaði 10 umfør av flatari renning inni í Runavíkini leygardagin, og úti við 70 rennarar settu stevnu uttan fyri Kiosk Vár, har startskotið brast klokkan 15.03.

Marna FM 10 km 2017
Besti føroyski langteinarennarin er væl fyri, nú færri enn 100 dagar eru til oyggjaleikirnar

Hóast Rebekka setti eitt dyggiligt persónligt met, og á fyrsta sinni rann undir 39 minuttir, so var tó langt fram á fyrsta plássið. Tí til dagsins renning var eingin mætari enn Marna Egholm komin til Føroya at vísa sítt kynstur, sum er at renna sera skjótt sera leingi. Tað gjørdi hon eisini leygardagin, og var klárt fremst av kvinnunum. Tað gjørdist talan um eina kvalitetstíð, og við 36.31 min leggur hon seg á triðja pláss á danska styrkilistanum fyri 2017. Duruta R. á Lofti vann bronsuna.

Hjá monnunum var tað Jan Elmar Sørensen, sum sprakk avstað, og vildi hava nógva ferð frá byrjan. Tað var ikki leingi, so hevði hann rist ringasta kappingarneytan av sær. Andrias royndi tað hann var mentur at trýsta Jan Elmar, men hesin seinni var væl fyri á degnum. Hóast hann gramdi seg um livurhøgg longu frá trimum kilometrum, sást hetta ikki aftur í avrikinum. Javnar kilometur-tíðir stórt sæð allan vegin bjargaðu honum sigurin, FM-heitið og nýtt persónligt met við 33.38 min.

Jan Elmar FM 10 km 2017
Eisini Jan Elmar er har, sum hann skal vera, nú stutt er til oyggjaleikir

Julian Gregersen og Eirikur Hansen stríddust eisini fyri at náa oddin, men máttu tó taka til takkar við harða stríðið um triðja og fjórða plássið, sum Julian vann.

Øll úrslitini síggjast her

Myndirnar, sum Jóannes Poulsen tók, síggjast her

(skrivað: Hallur)
…to be continued….

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>