Home Uncategorized Marna rennur NM 10.000 m leygardagin

Marna rennur NM 10.000 m leygardagin

by Hallur Holm

Í morgin er FM í ½ maraton í Klaksvík, har 130 føroyskir rennnarar fara at royna seg. Men okkara besti rennari er ikki við. Marna Egholm skal nevnliga leygardagin kl. 12.00 renna um NM-heitið í 10.000 m. Kappingin fer fram á Skovvang Stadion í Allerød nakað norðanfyri Keypmannahavn.

Fýra danskar, ein finsk, ein norsk og tríggjar svenskar kvinnur verður mótstøðan hjá Marnu. Umframt hesar 10 kvinnurnar verður eisini ein kenjansk kvinna, sum kemur at renna sum hara.

Marna 10.000
Marna avmyndað beint áðrenn hon fór at leggja seg kl. 21.00. Hon sýnist klár!

Hevði Marna ikki umboða Føroyar í hesi kappingini, er tað rættiliga sannlíkt, at hon hevði runnið fyri danska landsliðið. Í øllum førum sær út til, at Marna eigur at hava góðan møguleika at basa trimum av teimum fýra donsku rennarunum. Tann fjórða, Simone Glad, er størsti favorittur at vinna kappingina. Hon fer saman við kenjansku haruni at renna eftir 32.15 min, sum er danskt OL-krav til Rio. Miseydnast tað, er úrslitið 32.55 ikki nøkur katastrofa, tí tað gevur atgongd til EM, sum verður í Amsterdam í summar.

Norwegian GP 2014, Oslo
Danska Simone Glad (fremst) er stórur favorittur leygardagin. Her vinnur hon NM 10.000 m í 2013.

Tann finska, tann norska og tann sterkasta svenska kvinnan eru nokk eitt vet ov sterkar, til at Marna kann vinna á teimum, men hinar báðar svensku hava nøkulunda somu styrki sum Marna, og fer hon tí at hava eitt sera vakið eyga eftir hesum báðum. Gongur alt sum prestur prædikar ein góðan dag, so kann eitt fjórðapláss vinnast.

DM í 10.000 m renning er innbygd í hesa kappingina. Og sum limur í Sparta, er Marna tí eisini partur av DM-kappingini. Og her sær út til, at Marna hevur góðar møguleikar at ogna sær DM-heiðursmerki av onkrum slagi. Nú Marna er komin í +35 bólkin, kann metal eisini vinnast fyri tann bólkin, so Marna hevur nógv at renna fyri í morgin.

Útlitini fyri føroyskum meti eru eisini rættiliga góð. Marna eigur sjálv føroyska metið, 36.48,24 min frá oyggjaleikunum á Jersey, har hon vann silvur. So seint sum í mars vann Marna bronsu til DM í 10 km landavegsrenning, og tá var tíðin væl betri, nevnliga 35.17 min.

Men enn verður einki skinn selt. Fyrst skal bjørnin skjótast, og vit vóna at væl er løtt, tá Marna klokkan 12.00 leygardagin stendur klár á startstrikuni saman við bestu kvinnunum í norðurlondum.

FÍF ynskir Marnu góða eydnu, og eisini senda vit eina heilsu til allar ½ maratonrennararnar við ynskjum um eina góða kapping.

0 comment
0

Related Articles