Aftur hetta kvøldið hava føroyingarnir verið í spennandi finalum, har heiðusrmerkjavónirnar so avgjørt vóru til staðar. Fyrstur at royna seg í kvøld var Tórur Mortensen, sum var ein av 12 luttakarum í longdarlopsfinaluni.
Tíverri hevur Tórur hesar seinastu dagarnar fingið ein skaða at stríðast við, so tað var ivasamt, um hann kundi loypa upp til sítt besta. Og tað bleiv verri enn fryktað var fyri. Tí eftir eitt ógyldað lop og eitt lop út á 6.15 m, mátti Tórur gevast, áðrenn skaðin gjørdist enn verri. Tórur skal jú kappast í trístøkki fríggjadagin, og har hevur hann betri møguleikar at røkka einum topp-úrsliti.
Stóru heiðursmerkjavónirnar í kvøld vórðu settar til Hanus Bergsson í spjótkasti og Marnu Egholm á 10.000 metrum. Tíverri byrjaðu báðar kappingarnar samstundis, so tað ikki bar so væl til at fylgja við í báðum.
Katie Bristow úr Hetlandi legði seg á odda í 10.000 m kappingini. Hetta var eisini væntandi, tí hon gjørdist fyrr í ár nr. Trý í kappingini um skotska meistaraheitið á júst 10.000 m. Marna slapp eisini heilt tíðliga leys og legði seg á annað pláss. Tað sá út til, at hetta bleiv ein tvídystur teirra millum, men longur afturi sóu vit nú Kim Baglietto frá Gibraltar seta ferðina upp, og byrja at nærkast Marnu.
Samstundis var Marna sjálv byrjað at nærkast Katie á 1. Plássið, so nú dróg veruliga saman um og spenningurin øktist. Tá um 3.000 metrar vóru eftir hendi so tað, at allar tríggjar lógu samlaðar í oddinum. Kim Baglietto, sum vann ½ maraton sunnudagin, sá nú sera sterk út. Hon legði seg á odda, og umfarstíðirnar vóru skjótar. Katie mátti sleppa, og løtu seinni gavst hon heilt og tók seg úr kappingini. Marna hinvegin, gav alt hon átti, og royndi at krøkja seg fasta í Baglietto. Hetta megnaði hon trý tey næstu umførini, men so mátti hon sleppa. Kim Baglietto var bara ov sterk á degnum og vann gull við tíðini 36.23. Marna helt eisini góða ferð seinasta strekkið, og við einum skjótum seinasta umfari eydnaðist henni samstundis sum hon vann silvur eisini at seta nýtt føroyskt met við 36.48,25 – 10 sekund skjótari enn gamla metið hjá Bjørk Herup Olsen.
Í sterku kappingini í spjótkasti, var Hanus Bergsson á øðrum plássi eftir fyrstu trý umførini. Hann valdi í fyrsta umfari at kasta trygt, og kom tá út á góðar 59 metrar, sum gav honum hetta 2. plássið. Eftir fjórða umfar datt Hanus aftur á triðja pláss hóast ein lítla betring. Og eftir 61.78 í fimta umfari datt hann aftur á fjórða pláss, har bert hálvur annar metur var millum gullið og Hanus. Enn ein lítil betring til Hanus í sætta umfari – 61.96 – hjálpti heldur ikki Hanusi upp á heiðursmerkjapallin, og er hetta fyrstu ferð, at eitt kast yvir 60 metrar ikki gevur heiðursmerki. Tíbetur er Hanus ungur, sterkur og í einari blómandi menning, so hansara heiðursmerki koma seinni.
Í morgun runnu Rebekka Fuglø og Rúni Seloy semifinalur á ávikavíst 800 og 1.500 metrum. Rúni var tíverri trý sekund ov stuttur at røkka finaluni, meðan Rebekka Fuglø hóast almikla mótstøðu rímiliga trygt rann seg í finaluna, sum verður fríggjadagin.
800m Women
Position | Lane | Bib | Competitor | Island | Result | |
---|---|---|---|---|---|---|
1st | 1 | 174 | ![]() |
JER | 2:15.68 | Q |
2nd | 2 | 119 | ![]() |
GUE | 2:16.08 | Q |
3rd | 6 | 281 | ![]() |
WES | 2:17.93 | |
4th | 5 | 4 | ![]() |
ALA | 2:27.91 | |
5th | 4 | 265 | ![]() |
SHE | 2:30.23 | |
6th | 3 | 214 | ![]() |
ORK | 2:32.30 | |
DNS | 7 | 19 | ![]() |
BER |
Position | Lane | Bib | Competitor | Island | Result | |
---|---|---|---|---|---|---|
1st | 2 | 256 | ![]() |
SHE | 2:13.07 | Q |
2nd | 3 | 132 | ![]() |
IOM | 2:13.78 | Q |
3rd | 6 | 43 | ![]() |
FAR | 2:14.10 | Q |
4th | 7 | 113 | ![]() |
GUE | 2:15.75 | Q |
5th | 4 | 19 | ![]() |
BER | 2:18.87 | |
6th | 8 | 290 | ![]() |
WES | 2:23.48 | |
7th | 5 | 10 | ![]() |
ALA | 2:27.16 | |
DNS | 1 | 209 | ![]() |
JER |
1,500m Men
Position | Lane | Bib | Competitor | Island | Result | |
---|---|---|---|---|---|---|
1st | 8 | 302 | ![]() |
YSM | 4:01.79 | Q |
2nd | 4 | 284 | ![]() |
WES | 4:03.21 | Q |
3rd | 2 | 55 | ![]() |
GIB | 4:03.48 | Q |
4th | 1 | 81 | ![]() |
GUE | 4:06.68 | Q |
5th | 5 | 133 | ![]() |
IOM | 4:19.00 | |
6th | 3 | 122 | ![]() |
HIT | 4:30.67 | |
DNS | 6 | 31 | ![]() |
CAY | ||
DNS | 7 | 257 | ![]() |
SHE |
Position | Lane | Bib | Competitor | Island | Result | |
---|---|---|---|---|---|---|
1st | 7 | 177 | ![]() |
JER | 4:10.06 | Q |
2nd | 6 | 60 | ![]() |
GIB | 4:10.95 | Q |
3rd | 3 | 100 | ![]() |
GUE | 4:12.45 | |
4th | 1 | 46 | ![]() |
FAR | 4:15.33 | |
5th | 2 | 282 | ![]() |
WES | 4:17.75 | |
6th | 4 | 221 | ![]() |
ORK | 4:33.35 | |
7th | 5 | 123 | ![]() |
HIT | 4:54.58 |
Position | Lane | Bib | Competitor | Island | Result | |
---|---|---|---|---|---|---|
1st | 3 | 139 | ![]() |
IOM | 4:10.12 | Q |
2nd | 5 | 196 | ![]() |
JER | 4:10.17 | Q |
3rd | 1 | 67 | ![]() |
GOT | 4:12.34 | Q |
4th | 6 | 268 | ![]() |
SHE | 4:17.40 | |
5th | 2 | 163 | ![]() |
IOW | 4:17.88 | |
DNS | 4 | 24 | ![]() |
CAY | ||
DNF | 7 | 215 | ![]() |
ORK |
Long Jump Men
Position | Bib | Competitor | Island | Wind | Result |
---|---|---|---|---|---|
![]() |
74 | ![]() |
GOT | +2.3m/s | 7.13 |
![]() |
162 | ![]() |
IOW | +0.9m/s | 7.09 |
![]() |
188 | ![]() |
JER | +1.0m/s | 6.97 |
4th | 235 | ![]() |
ROD | +1.9m/s | 6.95 |
5th | 205 | ![]() |
JER | +3.5m/s | 6.74 |
6th | 137 | ![]() |
IOM | +2.0m/s | 6.52 |
7th | 44 | ![]() |
FAR | +2.2m/s | 6.15 |
8th | 12 | ![]() |
ALA | +1.2m/s | 6.12 |
9th | 252 | ![]() |
SHE | +1.1m/s | 6.04 |
10th | 301 | ![]() |
YSM | +1.1m/s | 5.82 |
11th | 224 | ![]() |
ORK | +1.6m/s | 5.44 |
12th | 93 | ![]() |
GUE | 0.00 |
Javelin Men
Position | Bib | Competitor | Island | Result |
---|---|---|---|---|
![]() |
35 | ![]() |
CAY | 65.03 |
![]() |
237 | ![]() |
SAA | 63.20 |
![]() |
242 | ![]() |
SAA | 62.98 |
4th | 41 | ![]() |
FAR | 61.96 |
5th | 82 | ![]() |
GUE | 55.39 |
6th | 135 | ![]() |
IOM | 54.78 |
7th | 72 | ![]() |
GOT | 52.55 |
8th | 12 | ![]() |
ALA | 51.90 |
9th | 101 | ![]() |
GUE | 47.10 |
10th | 77 | ![]() |
GOT | 44.42 |
11th | 234 | ![]() |
ORK | 41.91 |
12th | 156 | ![]() |
IOW | 26.56 |
10,000m Women
Position | Lane | Bib | Competitor | Island | Result |
---|---|---|---|---|---|
![]() |
5 | 49 | ![]() |
GIB | 36:23.36 |
![]() |
10 | 42 | ![]() |
FAR | 36:48.25 |
![]() |
4 | 110 | ![]() |
GUE | 37:21.72 |
4th | 6 | 264 | ![]() |
SHE | 37:22.43 |
5th | 3 | 138 | ![]() |
IOM | 37:39.44 |
6th | 11 | 108 | ![]() |
GUE | 38:48.67 |
7th | 1 | 70 | ![]() |
GOT | 39:04.49 |
8th | 8 | 149 | ![]() |
IOM | 39:48.51 |
9th | 7 | 274 | ![]() |
WES | 42:06.90 |
DNS | 2 | 278 | ![]() |
WES | |
DNF | 9 | 16 | ![]() |
BER | |
DNF | 12 | 248 | ![]() |
SHE |