Home Uncategorized Pallas Spelen í Malmø og Kastikapping í Vaxjø 12. og 13. februar 2022

Pallas Spelen í Malmø og Kastikapping í Vaxjø 12. og 13. februar 2022

by Gunnvá Wardum

Loksins eydnaðist okkara ungu breyta-íðkarum, aftur at sleppa út um landoddarnar at kappast.

Í gjár fór eitt ferðalið við 14 FíF-íðkarum til Malmø, har Pallas Spelen er yvir vikuskiftið. Hetta er svensk innandurakapping, har luttakarar eisini eru úr hinum norðanlondunum. Í Pallas er onki spjótkast, men í Vaxjø er ein innandura kastikapping og har er so ein av okkara íðkarum til kapping. Sí grein hjá Hvirluni her

Tað er langtsíðani, at flestu av okkara ungu íðkarum hava kappast innandura, tá ið innandurakappingarnar í fjør, antin vóru avlýstar ella skerdar.

Fyri føroysku íðkararnar, er tað av stórum týdningi, at kunna koma til innandura kappingar hesa ársins tíð. Flestum kunnugt, hevur veturin verið sera harður og hevur hetta eisini skert ágóðan av teirra vetrarvenjing.
Íðkararnir í grannalondunum hava hallir, har tey venja allan veturin og serliga gevur hetta teimum betri framgongd, serliga í teknisku greinunum.

Aftaná fyrsta kappingardag, hava íðkararnir, hóast føroysku venjingar-umstøðurnar, klárað seg fyrimyndarligt. Fleiri persónlig met eru sett, onkur bólkamet og enntá okkurt heiðursmerki.

Bragdið hevur 4 ungar íðkarar við til kappingina í Malmø.

Dagsins úrslit síggjast her

Enn ein kappingardagur er í morgin og kunna beinleiðis úrslit síggjast her

Næsta kappingin hjá frælsu ítróttaíðkarunum er DM inni 26. og 27. februar Og DMU inni er 5. og 6. mars.

 

0 comment
0

Related Articles