Home Nýggjastu tíðindi Rebbekka og Rúni á renniseminar

Rebbekka og Rúni á renniseminar

by Hallur Holm

Sterku rennararnir Rebekka Fuglø og Rúni Seloy vóru ikki at síggja, tá fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini varð runnið Runt Agnið. Og tað var ikki vegna skaða ella manglandi huga. Sunnudagin skipaði Dansk Atletikforbund fyri fjølbroyttum og spennandi renniseminari í Odense, har bæði fyrilestrar og venjingar av ymsum slagi kundu upplivast.

Unglið Stokkhólm
Rúni og Rebekka hava verið fastir fúsir á ungdóms- A- og Oyl-landsliðnum síðani 2004. Her avmyndað á olympiska leikvøllinum í Stokkhólmi í 2008 saman við Regini Joensen, Bjørk Herup Olsen og Vár Gregersen.

FÍF gjørdi fyrr í heyst av, at vit skuldu bjóða onkrum av okkara mið- og/ella langteinarennarum á hetta seminarið. Valið fall á Rúna og Rebekku, sum bæði tvey eru ungir rennarar við bjartari framtíð. Samstundis hava bæði verið virkin sum venjarar í teirra feløgum, og kunnu tí breiða nýggja íblásturin víðari út til feløgini her heima í Føroyum.

Vit geva Rebekku og Rúna orðið:

Løberseminar 2015 er júst farið aftur um bak, og var hetta, eftir okkara tykki, eitt væleydnað tiltak. Hetta rennaraseminarið, ið varð ætlað sum íblástur til renniáhugaði og sum í ár savnaði áleið 200 fólk, fór fram á universitetinum í Odense og á tí øðrvísi og kreativa stadioninum uttanfyri universitetið.

Seminarið varð skipað á tann hátt, at fyrst var vælkomst og ein felags fyrilestur við heitinum “Løb dig sund og glad“. Fyri fyrilestrinum stóð Bente Klarlund, sum er útbúgvin lækni og undirvísir á universitetinum í Keypmannahavn. Hon granskar innan heilsu, og vísti hon, á ein sera spennandi hátt, hvussu týdningarmikil kropslig venjing er fyri heilsuna.

Eftir hetta vóru fýra ymiskar breytir at fara til, har tvær av teimum vóru fyrilestrar og tvær vóru rennivenjingar. Áðrenn vit komu, høvdu Rúni og eg valt okkum inn á hvør sína breyt, ávikavist fyrilesturin “Skadeforebyggelse og alternativ træning”, og venjingina “Inspiration til løbelege og alternativ træning”. Í fyrilestrinum “Skadeforebyggelse og alternativ træning” greiddi fysioterapeuturin Christian Neergaard frá, hvar og hvussu tað er, at skaðarnir koma hjá rennarum. Neergaard kom við ráðum um, hvussu ein skuldi gera um ein byrjaði at fáa ilt. Eisini vísti hann á, hvussu alternativ venjing kundi brúkast, til dømis at kanningar vístu, at aqua-jogging í eitt tíðarskeið uppá 4-6 vikur, kann varðveita menningina í konditiónsvenjingini eins væl sum renning.

Í venjingarpostinum “Inspiration til løbelege og alternativ træning” vóru ymisk venjingarspøl á skránni, sum bæði umfataðu samansjóðing, renning og styrkivenjing. Endamálið var at fáa venjing gjøgnum spæl – eitt gott íkast til felagsvenjingar saman við bæði børnum og vaksnum.

Renniseminar Planlæg
Orð eru óneyðug – planlegging er ikki bara hálvt arbeiði. Tað hevur alt at siga.

 

Eftir døðgurasteðgin kom tað, sum eg gleddi meg allarmest til, nevniliga ein felags fyrilestur við heimseliturennaranum Saru Slott Petersen og venjara hennara Mikkel Larsen. Heitið á fyrilestrinum var “Vejen til VM finalen”, og høvdu tey saman eitt spennandi upplegg, sum umfataði, at Sara greiddi frá sínari menning fram móti heimselituni, venjarin greiddi frá sínum posti sum venjari, síðani tosaði Sara um motivatión í heimselituni, og til seinast tosaði venjarin um at gera eina langtíðarætlan og at seta sær mál.

Venjarin vísti á, hvussu stór uppgáva og avbjóðing liggur í at fáa ábyrgdina av einum slíkum talenti sum Saru. Hann hevur leitað sær íblástur frá nógvum ymiskum persónum frá ymiskum støðum. Hann varpaði ljós á hvussu umráðandi tað er at seta sær mál og leggja eina ætlan, men vísti samstundis á, at tað ikki er minni umráðandi at tora at víkja frá ætlanini og tillaga venjingina til dagsformin:

“Eg god huskeregel er, at selv den bedste plan, aldrig må være for “låst”. En træners fornemmeste opgave er, først at planlægge alting så præcist som muligt, og derefter være så nærværende og have så god fingerspidsfornemmelse, at man hele tiden kan tilpasse og justere ud fra dagsform, motivation, ydre omstændigheder etc.”

Renniseminar Afvig
Ver ikki trælur av tíni venjingarætlan vóru millum mongu góðu ráðini

Sara Slott vísti m.a. á at eingin vegur, ella máti, er heilt líka. Hvør einstakur hevur sína bakgrund og søgu fram móti heimselituni. Sara hevur frá ungum árum víst stórt talent í 400m hekkurenning, og onnur hava havt stórar forvæntningar til hennara. Hon varpaði í fyrilestrinum ljós á, at tað kann vera torført sum 15 ára gomul, at fáa at vita, at tá ein hevur livað umleið 15 ár afturat, tað er tá at tað stóra helst fer at henda, nevniliga at ein fer at toppa. Eisini vísti hon á, at tá menningin gongur rættan veg, men tó ikki í so stóran mun sum ein hevði ynskt og sett sær sum mál, kann vera torført at líta á, at ætlanin fer at halda. Hóast hennara ætlanir og mál ikki altíð hava hildið, og hon hevur verið nógv darvað av skaða, hevur Sara í ár, sum 28 ára gomul, fingið eitt ordiligt gjøgnumbrot í heimselituni. Eitt nú hevur hon sett norðurlendskt met á 400m hekk, við tíðini 53.99 sekundum, og til VM finaluna í Bejing í august, endaði hon á einum flottum 4. plássi. Næsta málið hjá henni er OL í Rio í 2016.

Renniseminar Sara undirvísir
Í áhugaverdum fyrilestri greiddi Sara Slot Petersen frá síni leið móti tindunum

Tá felagsfyrilesturin var av, vóru fimm ymiskar breytir at fara til. Hvørki Rúni ella eg vóru sloppin framat til okkara fyrstu ynski. Rúni vildi  sleppa til venjingina “Funktionell styrke for løbere” og eg ynskti at sleppa til eina venjing við Saru Slott og Mikkel Larsen, men tíverri vóru hesi fultteknaði, og skuldu vit tí til hvør sín fyrilestur. Ynskið um at sleppa til venjingarbreytina við Saru Slott og venjara hennara bleiv við at bobla innan í mær, og spurdi eg tí eitt av hjálparfólkunum, um hetta kundi lata seg gera. Tað vísti seg, at ein sum hevði teknað seg til júst hesa breytina, ikki var til staðar, og fekk eg tí loyvi til at fara í staðin. Hetta fekk adrenalinið at kóka í mær og eg gleddi meg sum eitt smábarn. Venjingin var gevandi, og var hetta góður íblástur til mína egnu venjing, tí hóast fokus varð lagt á hekkurenning, og ta koordinatión sum hartil hoyrir, so eru venjingarnar eisini góðar og styrkjandi fyri rennarar til aðrar teinar.

Rebekka Slott
Rebekka slapp at venja saman við donsku heimsstjørnuni Sara Slot Petersen

Síðsta fyrilestrinum, sum var hendan dagin, stóð Niels Ørtenblad fyri. Hann granskar innanfyri vøddafysiologi og biomekanik. Heiti á fyrilestrinum var “Hvorfor bliver jeg træt, når jeg løber?”, og greiddi Ørtenblad frá teimum fysiologisku orsøkunum til, at vit føla møði, tá vit renna. Ørtenblad kom við sera nógvum góðum ráðum um venjing, kost, orkuinntak undir renning og øðrum.

Alt í alt var hetta eitt væleydnað seminar, og stuttligt var at sleppa at royna áhugaverda frælsa ítróttarvøllin í Odense.

Renniseminar Stadion Renniseminar Stadion1
Eftir at breyti úti breytin á Odense Atletikstadion bleiv nútímansgjørd, er Universitetsbreytin fullkomiliga kollvelt. Hon gevur nú møguleika til alskyns spennandi venjingar.

0 comment
0

Related Articles