Regin Thomsen og Roysnið fyrsta sigurin

Skrivað hevur

32. Flaggdagsrenningin var mikudagin. Luttakaratalið var umleið sum tað hevur verið seinnu árini, umleið 300. Veðurfrøðingum, sum lova turt veður, skal ein vara seg fyri. Tí so títt og knapt barnarenningin var klár  at skjóta í gongd, opnaðust himmalsins slúsur, og regnið stóð niður í gjøgnum tunnu renniskógvarnar.

Av teimum 300 rennarunum vóru umleið 70 børn, sum runnu í trimum ymiskum aldursflokkum. Stuttligt er at síggja, hvussu nógv tey leggja fyri, og hvussu røsk tey eru.

Flaggdagur 2018 gentustartur
Sum altíð vísa børnini ein øgiligan vilja (mynd: Bjørt Svabo – Hvirlan)

Men tað er kappingin fyri tey vaksnu, sum mesti spenningur er um í Flaggdagsrenningi. Júst hendan kappingin hevur eina hægst prestigu at vinna og kann møguliga rópast fyri ein Grand Slam í føroyskari renning. Tað vóru eingir greiðir favorittar at vinna. Hvørki hjá monnum ella kvinnum.

Flaggdagur 2018 felagsstartur
Niðurteljingin liðug, og taktiska spælið byrjar beinanvegin. F.v: 20 Ingi Johannesen, 40 Sam Vang, 58 Niels Poulsen, 9 Dánjal Dahl Ljósheim, 75 Jens R. Weihe, 31 Peter Jensen

Ungi Dánjal Dahl Ljósheim, Regin Thomsen og  danin Peter Jensen vórðu spáddir at hava bestu møguleikarnar hjá monnunum, men skeitt varð eisini eftir Sam Vang, sum sá út til at taka seg nakað fram móti endanum av Vetrarkappingini, og tá veit man aldrin. Tað bleiv ikki lagt hart út, men hesir fýra komu skjótt leysir saman við enn einum “old dark horse” -Cecil Weihe.

Flaggdagur 2018 menn hálva leið
Farnir út á aðru hálvu, fimm mans framvegis í flokki. Dánjal Dahl Ljósheim setur ferð á og Cecil Weihe  framvegis væl við á øðrum plássi (mynd: Bjørg Svabo – Hvirlan)

Ikki fyrr enn heilt móti endanum skrædnaði. Tað var Sam, sum rykti og skrykti, og einans Regin Thomsen megnaði at fylgja við. Á seinastu 50 metrunum vísti Regin Thomsen, at hann hevur ein sannan vinnaravilja av stáli og ein góðan spurt, og so mátti Sam Vagn resignera og sættast við 2. plássið og lata Regin Thomsen og Roysnið taka fyrsta sigurin nakrantíð í Flaggdagsrenningini. Dánjal Dahl Ljósheim og Peter Jensen høvdu somuleiðis ein drepandi spurt um triðjaplássið, og her var tað Peter Jensen, sum var stinnari. Cecil  fylgdi væl við, og kom stutt eftir á fimta plássi.

Flaggdagur 2018 Regin - Sam
Avgerðin fellur. Sam hevur roynt sítt  ítarsta, men Regin átti ein dropa av flúgvarabensini eftir (mynd: Absalon Hansen)

Topp 10 menn – opin bólkur 6,8
1. Regin Thomsen, Roysnið 24.59
2. Sam Vang, Bragdið 25.02
3. Peter Jensen, Bragdið 25.12
4. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 25.13
5. Cecil Weihe, Bragdið 25.20
6. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 26.05
7. Jákup Petur Eliassen 26.30
8. Jónálvur Jóhannesen 26.31
9. Henry Olsen, Bragdið 26.33
10. Niels Poulsen, Bragdið 26.43

Topp trý veteranar menn
1. Sam Vang, Bragdið 25.02
2. Cecil Weihe, Bragdið 25.20
3. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 26.05

Topp trý superveteranar menn
1. Jens R. Weihe, Frælsi 27.12
2. John Egholm, Hvirlan 28.19
3. Hjalti Gunnarstein, Bragdið 30.58

Hóast Rebekka Fuglø undan kappingardegnum hevði vunnið Flaggdagin heilar sjey ferðir á rað, var tað als ikki vist, at tann áttandi skuldi koma. Í øllum førum ikki lætt. Svenska Sara Vallin, sum nú býr í Føroyum, er ein sterkur rennari, og hon gav Rebekku harða mótstøðu til FM 10 km í seinasta mánaði. So her var lagt upp til spennandi tvídyst. Og tær báðar ungu Treystadamurnar, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø eru eisini sera sterkir rennarar. Harafturat var eisini Rigmor N. Arge, sum jú aldrin skal undirmetast.

Eins og á 10 km í Runavík, var tað Rebekka, sum legði harðast fyri, og fekk eitt fitt hol. Tað var bert Sara Vallin, sum so dánt megnaði at fylgja Rebekku. Men úti á seinna av teimum tveimum umførunum, byrjaði tað at blíva hart hjá Rebekku, sum mátti stríðast alt hon hevur lært fyri at halda Saru aftanfyri. Munurin tódnaði og tódnaði, men Rebekka helt heilt á málið, men tá vóru einans fýra sekund aftur til væl rennandi Saru Vallin.

Flaggdagur 2018 Rebekka - Sarah
Við Smyril Line og 2-300 metrar eftir á málið var einki enn avgjørt. Men tað eydnaðist Rebekku Fuglø at halda Sarah Vallin aftanfyri og vinna sín áttanda (!!) Flaggdagssigur á rað (mynd: Bjørg Svabo – Hvirlan)

Á triðjaplássi kom Rigmor N. Arge, sum hevði sett tær báðr ungu út Treysti uppá pláss og víst Mariu Biskpstø til fjórða pláss og Oddvør Josephsen til fimta pláss. Longur afturi kom Birna Mohr Joensen á sætta plássi.

Topp 10 kvinnur – opin bólkur 6,8 km
1. Rebekka Fuglø, Treysti 26.23
2. Sara Vallin, Bragdið 26.27
3. Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Hvirlan 27.57
4. Maria Biskopstø, Treysti 28.29
5. Oddvør Josephsen, Treysti 29.07
6. Birna Mohr Joensen, Hvirlan 30.01
7. Valborg H. Laksafoss 30.08
8. Sigrun Kallsoy Kristiansen, Bragdið 33.35
9. Tina Arvidsen, Sparta 33.39
10. Maria Schwartson 34.29

Topp trý veterankvinnur
1. Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Hvirlan 27.57
2. Birna Mohr Joensen, Hvirlan 30.01
3. Ester Simonsen 34.40

Topp trý superveteranar kvinnur
1. Tina Arvidsen, Sparta 33.39
2. Elisabeth Rasmussen, Bragdið 37.30
3. Anna Sofía Kristiansen, Bragdið 38.59

Øll úrslitini síggjast HER

Myndir av øllum vinnarunum er HER

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>