Frælsi skipar fyri rennikapping á vestanstevnuni, sum verður um vikuskiftið. Í ár verður vestanstevnan hildin í Sørvági og renniteinurin verður til Bíggjar og aftur. Aldursbólkarnir eru sum vit kenna teir frá summarkappingunum, og síggja soleiðis út:
- børn 7 ár (f. 2009 ella seinni
- børn 10 ár (f. 2006-2008)
- børn 13 ár (f. 2003-2005)
- børn 17 ár (f. 1999-2002)
- menn og kvinnur opin bólkur
- menn og kvinnur veteranar (f. 1961-1970)
- menn og kvinnur superveteranar (f. 1960 ella fyrr)
Sýnið úr Bø er altíð vakurt. Her er tað Egil Rasmussen, sum nýtur túrin og útsýnið á vestanstevnu í 2013
Teinurin, sum tey vaksnu renna er 6,6 kilometrar. Børn 7 ár renna 500 metrar, børn 10 ár renna 1 km, børn 13 ár renna 1 km og børn 17 ár renna 2 km.
Møtt verður í kirkjuhúsunum, har startnummur verða útflýggjað frá kl. 10.00. Vaksin gjalda 50 kr. og børn gjalda 20 kr. Møguleiki verður at skifta, men ikki at fara undir brúsu. Starturin verður frá kirkjuhúsunum.