Byrja við rimarenning fríggjakvøldið

Skrivað hevur

So nærkast av álvara til FMu 2018, tí fyrstu kappingarnar eru longu nú fríggjakvøldið, tá rimarenningarnar vera avgreiddar. Fyri at kunna avgreiða rimarenning aftur í ár, varð avgjørt at lata FM fyri ung á breytini strekkja seg yvir tríggjar dagar.

Byrja verður kl. 18.15 við gentum 12-13 ár, og endað verður við dreingum 18-19 ár kl. 19.10

Her er startlistin

Leygardagin verður kappast kl. 11-15, og sunnudagin kl. 13-17.

Sunnudagurin byrjar tó við skrúgongu, og íðkarir vera bidnir at standa klárir við flagg teirra kl. 12.30. Tíðarætlan fyri allar 3 dagarnar sæst við at trýsta á hetta link

63 íðkarir hava melda seg til FM fyri ung; Hvirlan og Bragdið eiga uml. ein triðjing í part, og Roysnið og Treysti koma við hvør sínari helvt at seinasta triðjinginum. Vit koma at avgreiða 290 startir sum fordeila seg yvir 89 ymiskar kappingar.

Vit fegnast um at fleiri eisini hava skriva seg upp at vera hjálparfólk, men tað ger onki um har koma nøkur afturat, sí fif.fo undir tilmelding.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*