Rógvi Kárason úr Bragdinum og Rigmor N. Arge úr Hvirluni blivu í gjár føroyameistarar í hálvum maratoni, tá Treysti skipaði fyri NS hálvmaraton í góðveðrinum í Klaksvíksgøtum í gjár.
Rógvi legði væl fyri og hevði Peter Jensen úr Bragdinum beint aftanfyri eftir fyrsta av teimum fýra umførunum á 5,275 km, sum rennast skuldu. Eftir tað varð ongin ivi um hvør fór at vinna. Rógvi var væl rennandi og lá til eina tíð undir ein tíma og tjúgu minuttir, men ferðin hjá honum fór nakað niður og gjørdist vinnaratíðin hjá honum 1.20.49. Hetta er fyrstu ferð Rógvi vinnur hesa kapping. Peter Jensen á øðrumplássið, kom á mál í tíðini 1.22.58. Kappingin um triðjapláss var hørð millum Símun Petur Arge Poulsen og Sam Vang úr Bragdinum. Endin varð at Símun Petur bleiv triðji rennari á mál við 1.23.53 frammanfyri Sam Vang við 1.24.40. Men av tí at Símun ikki umboðaði nakað felag, so bleiv Sam nummar trý í FM.
Hjá kvinnunum var Rigmor rættiliga suveren. Rigmor, sum nú er 51 ára gomul, vísti at hon framvegis rennir væl. Hon gjørdist enn einaferð føroyameistari og hesuferð við góðu tíðini 1.29.23. Duruta R. á Lofti úr Bragdinum lá eina løtu á øðrumplássi, men hon fekk onkrar trupulleikar og mátti tíverri gevast. Næsta kvinna á mál bleiv Borgarhjørt Holm úr Bragdinum við tíðini 1.37.24. Triðja kvinna á mál var Sissal Drews Hjaltalin, men eins og triðji maður á mál, so umboðaði hon onki felag og so gjørdist Lydia Jacobsen úr Roysnið nummar trý í FM við tíðini 1.39.21.
Topp 10 hjá monnum
Nr | Navn | Árg. | Tíð |
---|---|---|---|
1 | Rógvi Kárason, Bragdið | 1997 | 1:20:49.9 |
2 | Peter Jensen, Bragdið | 1992 | 1:22:58.7 |
3 | Símun Petur Arge Poulsen, Onki felag | 1994 | 1:23:53.5 |
4 | Sam Vang, Bragdið | 1970 | 1:24:40.2 |
5 | Pauli Poulsen, Roysnið | 1973 | 1:25:58.3 |
6 | Heini Gregersen, Treysti | 1964 | 1:26:48.1 |
7 | Jógvan Hendriksson Olsen, Onki felag | 1998 | 1:28:04.0 |
8 | Jaspur Højgaard, Onki felag | 1985 | 1:30:30.9 |
9 | Per Martin Gregersen, Roysnið | 1989 | 1:30:51.4 |
10 | Andrew Hansen, Bragdið | 1975 | 1:31:34.2 |
Topp 10 hjá kvinnum
Nr | Navn | Árg. | Tíð |
---|---|---|---|
1 | Rigmor Napoelonsdóttir Arge, Hvirlan | 1969 | 1:29:23.7 |
2 | Borgarhjørt Holm, Bragdið | 1966 | 1:37:24.1 |
3 | Sissal Drews Hjaltalin, Onki felag | 1996 | 1:38:36.5 |
4 | Lydia Jacobsen, Roysnið | 1976 | 1:39:21.9 |
5 | Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið | 1974 | 1:48:33.0 |
6 | Helga Súsanna Johansen, Treysti | 1981 | 1:50:26.2 |
7 | Heidi Óluvá Jógvansdóttir, Bragdið | 1972 | 1:58:27.3 |
8 | Aud í Soylu, Frælsi | 1961 | 2:00:01.4 |
9 | Tóra Holm Jacobsen, Bragdið | 1973 | 2:01:51.9 |
10 | Katrin Bertholdsen, Onki felag | 1999 | 2:02:42.6 |
Øll úrslit frá øllum kappingunum í gjár eru at síggja á webscorer.com á leinkjunum niðanfyri.
NS motiónsrenning 2020 – 5,275km
NS barnarenning -7 (2013 ella seinni) – 530m
NS barnarenning -10 (2010-2012) – 530m
NS barnarenning -13 (2007-2009) – 530m
Myndir, sum Jóannes Poulsen tók, eru at finna á hesini leinkjuni: NS hálvmaraton Klaksvík 2020
Rógvi Kárason føroyameistarin í hálvmaraton. Peter Jensen hómast aftanfyri.
Peter Jensen bleiv nummar tvey
Sam Vang og Símun Petur Arge Poulsen. Símun Petur bleiv tann fyrri á mál, men Sam bleiv nummar trý í FM
Rigmor N. Arge enn einaferð føroyameistari hjá kvinnunum
Fremstu kvinnurnar í FM í veteranbólkinum. Borgarhjørt Holm, Rigmor N. Arge og Petra W. Mikkelsen
Fremstu menn veteranar: Pauli Poulsen, Sam Vang og Kaj Dam
John Sigurðssson úr Treysti gjørdist føroyameistari fyri ultraveteranar
Fremstu superveteranar í FM: Absalon Hansen, Heini Gregersen og Herluf Jakobsen
Fremstu menn í FM: Peter Jensen, Rógvi Kárason og Sam Vang
Aud í Soylu føroyameistari fyri superveteranar
Heini Gregersen føroyameistari fyri superveteranar
Borgarhjørt Holm nummar tvey í FM