Samlaða støðan í BETRI Stórkappingini 2019

Skrivað hevur

Kappingin leygardagin var samstundis triðja og seinasta umfar í BETRI Stórkappingini. Í summum førum vóru greinar avgjørdar frammanundan, men í nøkrum førum hendu broytingar í raðfylgjuni eftir hetta umfarið. Sum nevnt í øðrum greinum her á síðuni, so vóru øll feløgini umboðaði í teimum einstøku umførunum.

Tá heiðursmerkini skuldu útlutast á Afterparty í Bowlinghøllini, so vóru øll feløgini eisini umboðaði á øllum trimum sigursskamlunum. Tvs. øll feløgini vunnu gull-, silvur og bronsuheiðursmerkir.

Eftir handanina var gott ábit at fáa frá Bowlinghøllini.


Hesi fittu børnini hava roynt seg í spurti, longdarlopi og bóltkasti

Endaliga støðan í BETRI Stórkappingini 2019 er at finna í .pdf niðanfyri:

Samlaða støðan 3. BETRI Stórkappingini 2019

Myndir hjá Bjørg Svabo frá handanini í Bowlinghøllini eru á hesi leinkju: Handan BETRI Stórkappingin 2019

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*