Setanin í Tórshavn verður á Tórsbreyt fríggjadagin 9. juli kl. 17.
Í hesum sambandi, heitir ÍSF á allar tilmeldaðar íðkarar, venjarar og hjálparfólk, um at møta til setanina.
Luttakarar verða bidnir um at møta í búnanum hjá lokalfelagnum, við parkeringsøkið á Tórsbreyt kl. 16.45.
John Kjær, ÍSF og Heðin Mortensen, Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu bera fram røðu.
ÍSF fer í sambandi við setanina at, heiðra minnið um Guttorm Sørensen, sum andaðist leygardagin 3. juli 52 ára gamal.
Kappingarskráin fyri Føroyaleikir sæst á www.føroyaleikir.fo