Her er so støðan í TF Stórkappingini á breyt eftir tvey umfør, og undan triðja og seinasta umfari, sum verður á Tórsbreyt leygardagin 20. juni kl. 12.00. Undanfarnu umfør hava givið nógv góð úrslit og m.a. trý føroysk met, umframt bólkamet og persónlig met. Eftir kappingina verður afturvendandi “Afterparty” við heiðursmerkjahandan hildið í kantinuni á Skúlaheiminum. Um ein ynskir at luttaka til borðhaldið eftir heiðursmerkjahandanina, so er neyðugt við tilmelding í seinasta lagi kl. 18.00 mikukvøldið 17. juni.
Borðhaldið er fyri íðkarar, foreldur, venjarar, dómarar og kostar 50 kr. Matskráin er sjálvtøkuborð við mati sum ungdóminum dámar best, og aftaná er eisini kaffi og kaka.
Freistin at melda til 3. umfar í TF Stórkappingini er longd til kl. 20.00 mikukvøldið 17. juni.
Fyri at fáa heiðursmerki fyri TF Stórkappingina, skal ein hava luttikið í minst tveimum av teimum trimum umførunum. Sum sást í støðuni, so eru nógvar spennandi kappingar í væntu leygardagin.
Her finst støðan sum .pdf: TF Stórkapping samanteljing eftir 2 av 3 trimum umførum 2015