Leygardagin 18. mai byrjar Betri Stórkappingin. Kappingin er í trimum umførum, sum øll vera á Tórsbreyt. Kappast verður hesar dagar við vertsfelagi í klombrum:
- 18. mai – Bragdið
- 25. mai – Hvirlan
- 15. juni – Treysti/Roysnið
Roknast skal tó við, at felagið við høvuðsábyrgdini, kann hava tørv á hjálp frá hinum feløgunum.
Allar kappingardagarnar verður byrjað klokkan 12.3o.
Kappingargreinarnar verða stórt sæð tær somu í ár sum í fjør. Tilmeldingin liggur klár og allar tilmeldingar skulu vera avgreiddar týskvøldið 14. mai (annaðkvøld).
HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar eru.
2 comments
Lilja Sørensen venur summarvenjing hjá Hvirluni árga g 2011. Er møguleiki at Lilja kann vera við til hasa kappingina?
Vh Arnleyg (mamma Lilju)
Hey Arnleyg
Ja, hon kann sjálvandi vera við. Síggi, at tit hava fingið hana tilmeldaða í fýra kappingargreinum. Verið vælkomin til kapping á Tórsbreyt!
Comments are closed.