Home Altjóða luttøka Stórmót 2017 – fyrri dagur – and what a day!

Stórmót 2017 – fyrri dagur – and what a day!

by Hallur Holm

Ein stórur dagur er byrjaður. Og ein drúgvur dagur. Okkara feløg hava tilsamans 90 startir í dag. Hvirlan hevur 34, Bragdið 49 og Treysti hevur 7 startir. Tey fyrstu at kappast í morgun verða Hans Erland Thomsen og Miso Buha úr Bragdinum, sum kl. 10.20 skulu renna 60 m. Beint eftir hetta verða tað Urd R. á Lofti úr Bragdinum og Oddvør Josephsen úr Treysti, sum kappast á 800 m. Fyrsti startur hjá Hvirluni í dag er klokkan 10.40, tá Dánjal Dahl Ljósheim rennur 800 m. Hans Sivertsen úr Treysti er eisini við í hesi kapping.

Og síðani gongur tað slag í slag allan dagin. Vit fara at fylgja við her á síðuni, so frægt, sum internetið loyvir.
IMG_2958
Formaðurin hevur sett seg væl tilrættis at at berætta um dagsins begjivinheitir 😉

Fyrsta heiðursmerki í fyrstu kappingini!
So er okkara fyrsta heiðursmerki longu í skjáttuni. Á 60 metrum hjá dreingjum 14 ár fingu vit bæði triðja og fjórða pláss. Miso og Hans Erland blivu nr. 1 og 2 í øðrum riðili, og hetta rakk til eitt samlað 3. og 4. pláss og sostatt bronsu til Miso Buha. Tíðirnar hjá teimum vóru ávikavíst 8.04 sekund og 8,15 sekund.

Og so var fyrsta gullmerki eisini í skjáttuni!
Og longu í okkara næstu kapping fall eitt gullmerki til okkara. Tað var Oddvør Josephsen (G16-17) úr Treysti, sum á 800 m vann greiðan sigur, hóast hon ikki rann upp til sítt allarbesta. Tíðin hjá henni var 2.25,70. Urd R. á Lofti rann eisini. Hennara tíð var 2.44.27 min. og rakk til fjórða pláss.

Eisini heiðursmerki til Hvirluna
Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni rann ein frálíkan 800 m (Dr. 16-17 ár), har hann førdi tað mesta av teininum, men mátti lata ein íslending sleppa undan móti endanum. Men eitt væl uppiborið silvurmerki og eitt gott persónligt met bleiv tað til Dánjal. Tíðin hjá honum var 2.08.48. Hans Sivertsen kom fjórði á málið við 2.19.06 min.

IMG_3003
Dánjal Dahl Ljósheim var við í stríðnum um gullið allan vegin (mynd: Andreas Josephsen)

Nummar fýra, seks og sjey
Tær tríggjar Bragdagentur, Bjørg Jensen, Sára Iversen og Bára Glerfoss hava júst runnið 60 m, og væl gekst í hond. 35 gentur vóru við. Bára var okkara besta, og endaði á samlaðum fjórða plássi við 8,61 sekundum. Sára gjørdist samlað nr. seks við 8,87 sek og Bjørg Jensen samlað nr. sjey við 8,97 sekundum.

IMG_0511
Bjørg Jensen og Bára Glerfoss eftir 60 m renningina. Sára væntar á myndini:

Gull og silvur til Bragdardreingir
Á 60 metrum hjá dreingjum 12 gjørdu Bragdardreingirnir Jónas Isaksen og Eiri J. Glerfoss bart. Runnið var í fimm riðlum, og í tveimum av riðlunum var vinnarin í serflokki. Tað var í báðum førum ein av teimum bláu. Stuttligt var at síggja lítla Eira við so sera kvikum fótafari. Nakað sum vit ikki vanliga síggja hjá føroyskum ítróttarfólki. Eiri vann samlaðu kappingina við tíðini 8,84 sekund og Jónas gjørdist samlað nummar tvey við 8,91 sek.

Antoft 1/100 part frá gullinum
Á 60 m hjá dreingjum 15 ár, var um reppið, at eitt gullmerki fall í okkara lut. Andresas Bjarnastein Antoft og ein íslendingur vóru púra javnir allan vegin, men íslendingurin fekk bringuna fram um á málstrikuni. Tíðin hjá Andreasi var sera góð: 7,75. William Helmsdal var eisini væl við í hesi kappingini og gjørdist nummar 8,58 sek.

Lea nummar fýra í londarlop
Lea Thomsen gjørdist í morgun nummar fýra í longdarlopi við 3.73 metrum. Hetta var eitt gott persónligt met hjá henni. Einans fimm sentimetrar vóru upp til bronsuna. 35 gentur lupu í hesum bólkinum.

Á 60 metrum gekst eisini væl hjá Leu. Av teimum 48 gentunum, fekk Lea 9. bestu tíðina, sum var 9,45 sekund.

Jógvan Gullfoss nummar 8
Tað sá sera gott út hjá Jógvani Gullfoss, tá hann í stórum stíli vann riðil 1 á 60 metrum hjá dreingjum 13 ár. Tá saman um kom vóru tó fleiri dreingir í hinum riðlunum, sum vóru enn skjótari, og Jógvan endaði á áttanda plássið við 8,77 sekundum. Einans 3/10 sek væntaðu í at koma á sigurspallin.

Bronsa til Børku
Tað bleiv til enn eitt heiðursmerki til Hvirluna, eftir at gentur 13 ár umsíður blivu lidnar við teirra kapping á 60 metrum. Børka Berg Jørgensen vann spælandi riðil eitt, men eingi úrslit komu fram. Tá kappingin var liðug, vóru framvegis eingi úrslit frá fyrsta riðlinum. Tey vóru burturblivin. So var einki annað at gera enn at renna av nýggjum. Og enn einaferð vísti Børka sína stóru spurtstyrki, og vann í stórum stíli. Tíðin hjá henni var 9,02 sekund og rakk til eitt samlað triðjapláss og harvið bronsu!

IMG_0513
Børka noyddist at renna tvær ferðir, áðrenn hon at enda kundi fáa bronsumerkið um hálsin

Gentur 60 metrar 15 ár
Ein úr Treysti, ein úr Bragdinum og ein úr Hvirluni eru við í hesari kappingini. Lý Høgnadóttir úr Hvirluni hevur júst runnið, og gjørdist nr. tvey í fyrsta riðilinum við 9,17 sekund. Unna Ró Jacobsen úr Bragdinum endaði á triðja plássi í riðili tvey við 9,08 sekundum og beint nú var tað Birita Ryan, sum vann triðja riðilin við 8,45 sekundum – bert 4/100 sekund frá føroyska metinum hjá Aldu S. Lamhauge. Birita hevur bestu tíð nú undan seinasta riðlinum, har tær skjótastu annars renna.

Bert tvær gentur tóku tíðina hjá Biritu, sum sostatt hevur vunnið bronsu á 60 metrum!! Unna Ró gjørdist nummar 15 og Lý nummar 19.

IMG_3095
Birita Ryan fyrst um málið og stórt persónligt met umframt bólkamet!

Føroyskt met og bronsa til Elisabet Holm Simonsen
Hjá gentum 16-17 ár megnaði Elisabet Holm Simonsen at kuta eitt stórt petti av føroyska metinum á 60 metrum hjá kvinnum, Metið var frammanundan 8,41, men í síðsta riðlinum hjá gentum 16-17 ár, eydnaðist Elisabet at renna 8,22 sekund og samstundis vinna bronsu.

Hjartaliga tillukku við metinum, Elisabet!

Fleiri aðrir føroyingar vóru við í hesi kappingini. Sunniva Bogadóttir var nummar 12 við 8,90 sekundum, Urd R. á Lofti nr. 16 við 9,12 sekundum, Lydia Simonsen nr. 20 við 9,32 og Helena S. Ziska nr. 24 við 9,72 og Guðrið K. Petersen nr. 26 við 9,81.

IMG_3115
Fyrsta føroyska metið tók Elisabet Holm Simonsen á 60 m. Hon sæst næst innast í svørtum sokkum og reyðum skóm. 

Enn eitt fjórðapláss til Báru
Í longdarlopskappingini hjá gentum 14 ár vóru fýra gentur úr Bragdinum við. Besta úrslitið fekk Bára J. Glerfoss við 4,47 metrum. Tað restaðu einans sjey sentimetrar hjá henni at vinna uppá bronsupallin. Bára var eisini sera nær við at vinna bronsu á 60 metrum, har hon eisini gjørdist nummar fýra. Beint aftanfyri Báru, á sættaplássi, kom Hervør Niclasen. Hennara besta lop var 4,42 metrar. Sára Iversen gjørdist nummar níggju við 4,31 m, Bjørg Jensen nummar 14 við 4,03 m og Erna Krett Hansen nr. 15 við 3,91 m. 40 gentur vóru við í hesi kappingini.

Hvirludreingir á 60 metrum
60 metra kappingin hjá dreingjum 16-17 hevði tríggjar luttakarar úr Hvirluni. Dánjal Dahl Ljósheim bleiv nummar 22 við 8,20 sek, Bárður Jóhansson nummar 26 við 8,39 sek, og Tóki Bak Sørensen nummar 27 við 8,51 sekundum. Hjá Tóka og Dánjali var her talan um góð persónlig met.

Enn eitt gullmerki til Eira Glerfoss,
So var eisini longdarlopskappingin liðug hjá dreingjum 12 ár. Við 4,44 metrum sær út til at Eiri hevur vunnið greiðan sigur, men onkur úrslit eru enn eftir at tøppa hjá teimum. M.a. úrslitið hjá Jónsi Isaksen, sum var hin føroyingurin í kappingini…………… Nú eru so øll úrslitini tøk, og tað var altso okkara Jónas, sum leyp næstlongsta lopið. 4,28 metrar og enn einaferð gull og silvur teir báðar.

IMG_0515
Tvær ferðir gull og silvur til Eira Glerfoss og Jónas Isaksen! Her verða heiðursmerkini fyri longdarlopskappingina handað

Tórur Mortensen í finaluna
Á 60 metrum hjá monnum hava undanrenningarnar júst verið. Okkara sterki trístøkkari, Tórur Mortensen, sparir uppá kreftirnar, og luttekur tí heldur á 6o og 200 metrum og í longdarlopi. Tað eydnaðist honum akkurát at kroysta seg við í finaluna, sum verður runnin um ein góðan hálvan tíma. Fremstu rennararnir vóru sera javnir, og Tórur fekk við 7,36 sek pláss í finaluni. Hetta var samstundis persónligt met hjá Tóri, sum nú nærkast føroyska metinum hjá Róa Holgarsson (7,23)

Magnus Dal-Christiansen var eisini við í hesi kappingini, og fekk eitt samlað 14. pláss av teimum 29 spurtarunum. Hansara tíð var 7,59 sekund, 1/10 sek frá hansara bestu tíð.

So var gull til Jónas Isaksen
Enn eitt gullmerki til Bragdið. Í stórum stórum stíli hevur Jónas Isaksen beint nú runnið hinar 20 íslendsku dreingirnar sundur og saman. Heili seks sekund var hann fremstur og longu eftir 50 metrum, sá út til at hann hevði avgjørt alt. Tíðin hjá Jónasi var 1.48,47 min.

Alda eisini í finaluna
Á 60 metrum hjá kvinnum setti Alda S. Lamhauge persónligt met við 8,36 sek. og spurtaði beint í finaluna. Í finaluni gekk ikki fult so væl sum innleiðandi, og her endaði Alda á samlaða níggjunda-plássinum við 8,46 sekundum.

4 Hvirlur í kúluvarpi
Hjá gentum 16-17 ár vóru fýra gentur úr Hvirluni við. Guðrið K. Petersen, Sunniva Bogadóttir og Helena S. Ziska gjørdust ov stuttar at røkka finaluni. Tær gjørdust ávíkavíst nummar 11, 12 og 16. Guðrið fekk kúluna út á 8,76 m, Sunniva 8,72 og Helena 7,54.

Fjórða gentan var Lydia Simonsen, sum við 9,68 metrum kom í finaluna og fekk tríggjar royndir afturat. Hon fekk økt við einum sentimetri, og endaði á samlaða 7. plássinum. Lydia, Sunniva og Helena settu allar persónligt met í dag.

Elisabet nummar fimm á 200 metrum
Sætti og næst seinasti riðilin hjá gentum 16-17 ár á 200 metrum varð vunnin av Elisabet Holm Simonsen. Bert 1/100 sekund var hon framman fyri íslendska kappingarneytan. Hetta merkti, at Elisabet var á odda fyri alla kappingina undan seinasta riðlinum. Her komu tó allar fýra undir tíðina hjá Elisabet, sum sostatt endaði á fimta plássi. Tíðin hjá Elisabet gjørdist 27,76 – einans 23/100 sekund frá føroyska metinum hjá Margit W. Fríðmundsdóttir, sum skal renna 200 m í morgin.

Í hesi somu kapping setti Teresa F. Bláhamar persónligt met, og bleiv nr. 8 við 28,71. Urd R. á Lofti bleiv nummar 15 við 30.19 sekundum.

urd 200m teresa 200m
Elisabet var kvikast av føroyingunum á 200 metrum, men Urd (t.v.) og Teresa fingu eisini góð úrslit

Gull til Mariu Biskopstø á 800 metrum
Tað bleiv sera spennandi í kappingini á 800 metrum fyri gentur 15 ár. Hon legði seg á odda frá byrjan, men sterka íslendska gentan Iðunn Bjørg Arnaldsdóttir fylgdi henni tætt. Tær fóru langt undan øllum hinum, og eftir 600 metrum, sá út til at Iðunn ætlaði sær at taka Mariu. Hon spenti tó aftur í móti, og fekk víst øllum, at hon var tann sterkasta. Eitt stórt persónligt met bleiv tað eisini til. Tíðin gjørdist 2.20,32 min

IMG_0519
Spenningur áðrenn startskotið ljóðar

Eisini gull til Rebekku Fuglø
Triðja gullmerki hjá Treysti gjørdist beint nú veruleiki. Tað kom á 1.500 metrum hjá kvinnum, har Rebekka Fuglø rann solo-renning stórt sæð allan vegin. Hon megnaði ikki at renna heilt upp til sítt besta, og setti tíð ferðina eitt sindur niður seinastu 500 metrarnar fyri at spara kreftir til 800 m kappingina í morgin. Tíðin hjá Rebekku gjørdist 4.43,82. Karin Holm Simonsen úr Bragdinum gjørdist nummar sjey við 5.38,17.

Annika Isaksen rann eisini væl hesa kappingina, og setti eitt gott persónligt met við 2.49,20 min og gjørdist nummar fimm.

rebekka 1500
Enn eitt gullmerki til Rebekku. Ivasamt er, um Reykjavíkingar nakrantíð hava sæð nakran íslending vunnið móti Rebekku.

Kúluvarp gentur 14 ár
Tríggri føroyingar vóru við í kúluvarpskappingini fyri gentur 14 ár. Tvíburarnir Elin Niclasen úr Hvirluni og Hervør Niclasen úr Bragdinum stóðu seg best av føroyingunum. Elin gjørdist nummar seks við 7,87 metrum, meðan Hervør gjørdist nummar sjey við 7,57 metrum. Erna Krett Hansen bleiv nummar 20 av teimum 34 kúluvarparunum við 6,40 metrum. Leggjast skal afturat, at her hevur neyvan gingið eftir vild hjá Elini, tí ein góðan dag hevði hon helst staðið á ovasta pallinum. Bert tað eina kastið hjá henni bleiv góðkent. Men soleiðis er viðhvørt.

Julian Gregesen tryggjar Treysti fjórða gullmerki og dagsins næsta føroyska met
Enn eitt gullmerki kom í gulu skjáttuna, tá Julian Gregesen vann ein flottan sigur á 1.500 metrum. Hann lá á odda frá byrjan, men legði seg so á annaðplássið miðskeiðis. Tíðin so ikki so lovandi út á 1.000 metrum, men ein langur og krútsterkur endaspurtur broytti alt. Julian endaði langt fremstur og tá til stykkis kom, hevði hann tiki 15/100 sekund av føroyska metinum hjá Marnari Djurhuus. Nýggja metið er 4.05,70 min.

Hjartalga tillukku við metinum, Julian 🙂

julian-1500
18 ára gamli Julian Gregersen er í rúkandi menning í løtuni. Í dag tók vann hann á fyrsta sinni eitt føroyskt met.

Margit W. Fríðmundsdóttir tryggjar Bragdinum fjórða gullmerki
Tey í Bragdinum høvdu ikki hug at standa aftanfyri Treyst, hvat heiðursmerkjum viðvíkur. Í dagsins seinastu kapping, sum var trístøkk fyri kvinnur, endaði tað við, at Margit W. Fríðmundsdóttir hevði longsta lopið. Hon leyp ikki upp til sítt allarbesta, men 10, 21 metrar í triðju royndini var nóg mikið at tryggja gullið.

Eisini í hesi kappingini gjørdist talan um føroyskan dupultsigur. Tí næstlongsta lopið átti eingin annar enn Edna Maria Debes úr Hvirluni.

Í trístøkki hjá monnum fall eisini eitt heiðursmerki til føroyingarnar. Tað var okkara ungi portugisi í Bragdinum, Xavier Magalhaes sum við 12,06 metrum vann bronsumerkið. Xavier er einans 16 ára gamal.

margit trístøkk
Margit W. Fríðmundsdóttir vann gull í trístøkki

Bronsa í longdarlopi til Hans Erland
Hans Erland Thomsen úr Bragdinum rakk akkurát ikki heiðursmerkjunum á 60 metrum. Men í longdarlopi lá betur fyri. Við einum lopi á 5,08 metrar, tryggjaði hann sær bronsuna hjá dreingjum 14 ár. Miso Buha bleiv nummar sjey við 4,77 metrum.

Jú hetta gjørdist ein langur og drúgvur dagur – men ein fantastiskur dagur, har okkara ungu veruliga vísa tey vilja og megna. Frágreiðingarnar hava helst bert verið so sum so, og helst eru onkur úrslit gloymd í rokanini. Vónandi siga tit mær frá, so dagføri eg. Eisini eru tit vælkomin at vísa mær á hóskandi myndir til hesa greinina. Stuttligari verður tá at leita afturá aftur seinni.

Hallur

 

 

 

 

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles