Home Uncategorized Stórmót annar dagur –

Stórmót annar dagur –

by Hallur Holm

Eftir ein langan, góðan og spennandi dag í gjár halda vit fram longu frá morgunstundini. Onkur av smábørnunum, sum eru við í ferðalagnum, hava roynt eina sonevnda Trautabreyt, har tey sleppa at royna ymisk spøl og annars frælsan ítrótt, sum tey allarminstu kunnu fremja.

Børka vann okku fyrsta heiðursmerki í morgun
Fyrstu kappingarnar hava longu verið. Í 60 metra rimarenning hjá gentum 13 ár vann Børka Berg Jørgensen fyrra riðilin í stórum stíli. Í seinna riðlinum vóru tvær, sum fingu betri tíð. Sostatt vann Børka sítt næsta bronsumerki á hesi ferðini. Tíðin hjá Børku var 11,32 sekund.

IMG_3444
Børka Berg Jørgensen, fremst í reyðum, vann sítt næsta bronsumerki

Eiri nummar 5
Eir J. Glerfoss hevur eisini runnið 60 m rimarenning í morgun. Her var hann noyddur at luttaka í einum árgangi eldri – dreingjum 13 ár. Kortini stóð hann seg sera væl, og endaði á fimta plássið við tíðini 10,84 sekund.

IMG_3378
Eiri í bláum, sýnir frágera góðan teknikk, og setir eitt stórt persónligt met.

Erna nummar 14 í hæddarlopi
Í hæddarlopskappingini hjá gentum 14 ár, eydnaðist Ernu Krett Hansen at koma upp um 1,15 m og 1,22 m. Men tá yvirleggjarin kom uppá 1,29 m, var liðugt hjá Ernu, sum sostatt endaði á 1,22 m og á 14. plássi.

Jógvan Gullfoss kolldømdur á 200 m – og feildømdur í longdarlopi
Av eini ella aðrari orsøk, er Jógvan Gullfoss blivin kolldømdur í kappingini á 200 m hjá dreingjum 13 ár. Helst hevur hann stigið í skeiva geil, men vit fara kanna hetta nærri.

So er tað staðfest. Jógvan hevur stigið úr geilini hjá sær og er tí kolldømdur. Harmiligt, tí hann rann sera væl, og var við at seta eitt stórt persónligt met.

Í longdarlopi gekk nógv betur hjá Jógvani. Men ein dómarafeilur oyðilegði tað eitt sindur. Dreingir 13 ár skulu mátast haðani teir seta av, men tá Jógvan leyp sítt besta lop, varð hann mátaður frá plankanum, og ein fótur tikin av longdini. Besta lopið hjá Jógvni var 4.41 metrar og rakk tað til fimtapláss. Men men….. bronsan var bert 17 sentimetrar burturi.

Óluva dagsins fyrsta gullmerki
Kúluvarpskappingin hjá gentum 15 ár er nú lokin. Longsta kastið átti Óluva Allansdóttir Joensen úr Treysti við 11,45 metrum. Hon hevur alla vikuna vant saman við íslendskum kúluvarpsvenjara. Í kappingini legði hon seg á odda í fyrsta kastinum, men misti føringina í triðja umfari. Í fjórða kastinum fekk hon so vinnarakastið.

Annika Isaksen og Lý Høgnadóttir vóru eisini við í hesi kappingini. Annika gjørdist nummar 13 við 7,20 metrum og Lý nummar 15 við 6,65 metrum.

Stórmót 2017 Óluva
Óluva er ikki bara ein frálíkur kúluvarpari, hon er eisini danmarkarmeistari í spjótkasti

Formaðurin á halanum
Nú bleiv so friðarligt við dagføringum eina løtu. Orsøkin er at formaðurin endaði í 3.000 m kappingini hjá monnum. Soleiðis kann ganga, tá peningarøkilin gongur bananas við tilmeldingum. Úrslitið var einki at reypa av. Formaðurin endaði aftast av øllum. Frægari gekst hjá Heina Gregersen, sum endaði eitt pláss longur frammi.

Enn eitt gull til Treysti – tað sætta
Maria Biskopstø
hevur vunnið gull á 3.000 metrum fyri gentur. Hon legði harðliga út, men mátti slaka seinni. Tíðin gjørdist 11.11,89 og er nýtt kappingarmet fyri gentur. Maria hevði annars ætlað sær at runnið nakað undir 11 minuttir, men stríðið á 800 metrum í gjár hevur sett síni spor.

6 føroyskar á 200 m hjá gentum 14
Tað bleiv til enn eitt fjórðapláss hjá Báru J. Glerfoss, tá gentur 14 ár runnu 200 metrar. Tíðin hjá henni var 28,53 sekund. Sára Iversen, Bragdið, var nummar átta við 29,33, Hervør Niclasen, Bragdið, nummar níggju við 29,35, Bjørg Jensen, Bragdið nummar 11 við 29,83 og Elin Niclasen, Hvirlan nummar 15 við 30,78 sek. Birita Ryan, Treysti, sum eigur at renna við gentum 15 ár, slapp at renna við hesum bólkinum. Hennara tíð var 29,04 sekund.

Stórmót 2017 Bára
Riðil 8 – Bára á geil 1 og Sára á geil 2

Triðja føroyska metið tók Margit
Í innleiðandi kappingini á 200 metrum hjá kvinnum fall enn eitt føroyskt met. Tað triðja hetta vikuskiftið. Tað var Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum stóð fyri tí. Í fjórða riðlinum gjørdist hon nummar tvey, men tíðin var 3/10 sekund betri enn galdandi met. 27,25 er nýggja metið, og var tað fjórðabesta tíð, áðrenn finalurnar klokkan 15.00.

Margit
Margit 50 metrar eftir í innleiðandi riðlinum

Í finaluni verður eisini Alda S. Lamhauge, sum var sera nær við gamla metið. Alda fekk tíðina 27,68, tá hon gjørdist nummar tvey í triðja  riðlinum. Karin Holm Simonsen rann 29,79 sekund, og gjørdist nummar 15. Bert níggju tær fremstu renna finaluna

Finalan
Tá níggju tær bestu skuldu veljast út til finaluna, skuldu eisini allar tær yngru genturnar teljast við. Sostatt kom Margit í finaluna sum tann seinasta við níggjundu bestu tíð, og Alda kom tí ikki í finaluna. Finalan skuldi rennast í trimum riðlum – tríggjar og tríggjar. Margit rann fyrst. Eitt avboð var, so tær runnu tvær. Tað sá sera gott út hjá Margit, sum nokk var 5 sentimetrar frammanfyri á málinum. Ólukkutíð var tekniskur feilur á tíðtøkuni, og Margit fær tí onga tíð. Sera sera harmiligt, tí lætt er at halda, at enn ein betring av føroyska metinum lá í luftini. Margit skal tó vera væl nøgd við sítt føroyska met.

Andreas í spennandi hæddarlopskapping
Kappingin í hæddarlopi hjá dreingjum 16-17  ár gjørdist sera spennandi. Andreas B. Antoft  og Silas Wang úr Bragdinum luttóku. Silas megnaði at koma upp um 1,50 m og gjørdist harvið nummar níggju. Andreas byrjaði á 1,50 m, sum hann kláraði í fyrstu royndini. Tað gjørdi hann eisini á 1,57 m og 1,62 m. 1,67 m kláraði hann í aðru royndini og so vóru tríggir eftir. 1,72 m kláraði Andreas í triðju royndini við einum sera góðum lopi, og so vóru tveir eftir. Hvørgin teirra kláraði 1,75 m men av tí at Andreas hevði fleiri miseydnað lop á næstsíðstu hæddini, var tað íslendingurin sum vann gull og Andreas sum vann silvur.

Andreas

200 m dreingir 14
Sera javnt var millum plássini 3 og 8, tá dreingir 14 ár runnu 200 metrar. Miso Buha úr Bragdinum gjørdist nummar seks við 26,63 og Hans Erland nummar sjey við 26,82 sekundum.

200 m menn
Tað skuldu vera tríggir føroyingar við hjá monnunum, men Tórur Mortensen og Magnus Dal-Christiansen høvdu báðir smáskaðar at dragast við, so teir mettu tað ikki ráðiligt at luttaka. Einasta føroyska umboðið var tí okkara portugisiski vinur Xavier Magalhaes. Hann rann 24,77 sekund og endaði á sjeynda plássi.

Marita yvir 9 metrar
Marita K. Petersen úr Hvirluni setti eitt dygt persónligt met í kúluvarpskappingini hjá kvinnum. Besta kastið hjá henni kom í triðju royndini og var 9,44 metrar. Hetta er besta úrslit hjá Maritu nakrantíð, og rakk til 5. pláss.

Stórmót 2017 Marita
Sera gott at síggja hesi bæði samstarva aftur. Í Íslandi var tað kúluvarp, men tað er í spjótkasti, at Marita hevur sínar størstu dygdir.

Business as usual hjá Rebekku
Á 800 metrum hava íslendingar bara heimsstjørnuna Anitu Hindriksdóttir, sum kann taka dystin upp við Rebekku Fuglø úr Treysti. Hon er nú flutt til Hollands, so Rebekka var favorittur at vinna 800 m kappingina. Tað gjørdi hon eisini í stórum stíli. Rebekka var tó ikki heilt nøgd við tíðina, 2.15,47, sum er trý sekund frá hennara føroyska meti.

Julian gull í øgiligum endaspurti
Julian Gregersen brúkti nógvar kreftir leygardagin, tá hann vann 1.500 meturin og setti føroyskt met. Sunnudagin endaði hann aftur í knallharðari kapping á 800 metrum. Stórtalentið Daði Arnarson førdi stórt sæð allan vegin við Julian dygst í rygginum. Tá 150 m vóru á mál fór Julian framvið. Men so lætt skuldi ikki ganga. Teir stríddust lið um lið allan vegin á málið, og endaðu báðir við nett somu tíð 1.59,11! Men á málmyndini sást onnur økslin hjá Julian stinga seg fram um.

Stórmót 2017 Julian 800 m
Íslendska stórtalentið Daði Arnarson var bert eina klaksvíksøksl frá sigrinum, men mátti at enda lúta móti Julian Gregesen. (Julian er í gulum og svørtum)

Einastandandi góð avrik á 400 m
Tær allar seinastu kappingarnar sunnudagin seinnapartin vóru á 400 metrum. Man kundi kanska hildið, at nú var gassið farið av føroysku ballónunum. Men so var ikki. Als ikki! Tí ein íðkari fyri og annar eftir vístu stálsettan vilja at geva alt tey áttu. Hetta gav sanniliga eisini úrslit bæði so og so. Persónlig met allan vegin umframt fleiri heiðursmerki og føroyskt met.

Hjá dreingjum 15 ár bleiv tað bæði til gull og bronsu til Bragdið. Andreas B. Antoft vann enn eitt heiðursmerki – hesaferð gull, tá hann vann 400 m kappingina við 57,84 sekundum. Bronsan fór til Silas Wang, sum hevði 63,06 sek.

Hjá dreingjum 16-17 ár gjørdist riðil tvey sera spennandi. Ein íslendingur førdi tað mesta, men so fór Dánjal Dahl Ljósheim úr Hvirluni avstað og vann riðilin. Men eisini Hans Sivertsen kempaði alt hann kundi, og fór eisini akkurát framvið íslendinginum. Við hesi góðu renning vann Dánjal bronsuna við 56,51 meðan Hans endaði á fjórða plássi við 57,61 sekundum. Í báðum førum stór persónlig met.

Stórmót 2017 Dánjal og Hans
Hans í gulum og Dánjal í reyðum stríddust báðir manniliga. Dánjali eydnaðist at vinna bronsu (mynd: Hvirlan)

Eisini hjá gentum 15 ár var talan um megnaravrik. Unna Ró Jacobsen setti eitt rimmar persónligt met, og fekk løn fyri stríðið. Hon vann nevnliga bronsuheiðursmerki fyri frálíku tíðina 64,33 sek.

Gentur 16-17 ár gjørdist eisini sera spennandi. Oddvør Josephsen úr Treysti, sum hevur føroyska metið, ætlaði sum tann fyrsti føroyingurin at koma undir 60 sekund. Hon herjaði á og stríddist ein beinharðan dyst við eina íslendska gentu. Tær fóru pressandi púra javnar móti málinum, men Oddvør mátti taka til takkar við silvurið, bert 3/10 sekund frá gullinum. Hon kom ikki undir minuttin, men hon megnaði at seta nýtt føroysk met við 60,50 sekundum. Elisabet Holm Simonsen og Urd R. á Lofti kempaðu eisini væl, og fingu eisini góð persónlig met. Elisabet vann enntá bronsuna við 64,06 sekundum og Urd bleiv nr. fimm við 67,56 sekundum.

Stórmót 2017 Oddvør 400 m
Tað eydnaðist Oddvør Josephsen at seta nýtt føroyskt met á 400 m (mynd: Andreas Josephsen)

Teresa í løgnari kapping
Í kappingini í hæddarlopi hjá gentum 16-17 ár, hendi nakað heldur sjáldsamt. Tær byrjaðu á 1,35 m, og allar komu tær upp um í fyrstu atløgu. So bleiv stongin koyrd sjey sentimetrar upp. Og allar kláraðu tær eisini hesa hæddina. Men bert fimm teirra í fyrstu royndini – Teresa F. Bláhamar úr Bragdinum var ein teirra. Og so fór stongin enn einaferð sjey sentimetrar upp. Heilt uppá 1,49 metrar. Og nú var bert ein í kláraði hesa hæddina, og gjørdist sostatt vinnari. Men allar hinar sjey endaðu við 1,42 m. Tær fimm sum kláraðu upp um í fyrstu royndini gjørdust tí allar nummar tvey og fingu silvur.

Hetta er tíverri tað sum hendir, tá so nógvir sentimetrar verða lagdir afturat hvørjaferð.

Stórmót 2017 Teresa hæddarlop
Tað gjørdist trongligt á palli 2, tí heilar fimm gentur vunnu silvur (mynd: Fríðrikur Bláhamar)

Hans Erland silvur á 800 m
Í fjórðu og seinastu kappingini hjá Hans Erlandi Thomsen, fekk hann sítt besta úrslit. Í øllum førum um vit tosa um heiðursmerki. Hann endaði sunnudagin við at vinna silvur á 800 metrum. Frá triðja plássi tók hann ein langan og góðan endaspurt, og var trygt framman fyri bronsuvinnaran. Tíðin hjá Hans Erlandi var 2.20,19 min.

Í kappingini í trístøkki hjá dreingjum 15 ár, bleiv Miso Buha nummar 4 við 11,22 metrum

Eins og onkur kapping frá leygardegnum helst er gloymd, so mangla ivaleyst eisini onkrar kappingar frá sunnudegnum. Men tit eru vælkomin at boða mær frá – antin í viðmerking til greinina ella bara sum facebook-boð.

Og eru onkrar góðar og hóskandi myndir, kann vil eg eisini leggja tær afturat greinini.

Túsund takk fyri eitt fantastiskt vikuskifti. Tit hava øll nógv at vera stolt av.

Hallur

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Dan 12.02.17 - 23:48

Í dag vann Hans Erland silvur í 800 m

Hallur 14.02.17 - 13:30

Hey Dan

Ja, dagføringin steðgaði upp móti endanum, men eg havi nú roynt at fáa tað mesta við. Okkurt liggur sikkurt eftir; sigið endiliga frá.

vh
Hallur

Comments are closed.