Aftur í ár skipar Hvirlan fyri tiltakinum Stuttleikir, har øll børn hava møguleika at royna frælsan ítrótt. Tiltakið vendir sær til øll við áhuga fyri frælsum ítrótti, og kanska serliga teimum undir 10 ár og børnum, ið ongantíð hava roynt ítróttin.
Allar upplýsingar um tíð, stað, kostnað og annað síggjast á myndini niðanfyri.