Home Uncategorized Sunnudagur til DMU í Hvidovre

Sunnudagur til DMU í Hvidovre

by Gunnvá Wardum

Aftur í dag, eru tey trý føroysku feløgini umboðað til DMU á Hvidovre Stadion. Vit hava sæð eitt umboð fyri Treysti, 3 umboð fyri Hvirluna og 11 umboð fyri Bragdið.

Í dag er eitt sindur meira av vindi, ið hevur órógvað nakrar av renningunum og lopunum, sum hava verið. Eisini hevur regnað av grimd í løtum.

Vit hava sæð úrslit, ið eru tætt uppá persónlig met. Onkur beint undir og onkur beint yvir. Tíverri er dagurin eisini merktur at skaðum – smærri og størri – og fyri summar av íðkarunum merkir hetta, at ikki gekst eftir vild. Og av tí, at hetta er seinasta kappingin uttandura í ár, er tað sjálvsagt eitt skuffilsi fyri fleiri teirra. Hetta er tó eisini ein partur av tí at kappast, og søtari verður framgongdin, tá ið tað aftur fer at hilnast.

DMU er kapping fyri íðkarar í aldrinum 14-22 ár. Vanligt hevur verið, at íðkararnir skula gera seg skikkaðan til ein startlista, fyri at kunna verða við til DMU.
Í ár royna tey nakað nýtt, við at øll kunna melda seg til DMU. Hetta tí tey ætla, at DMU skal verða ítróttaliga hæddarpunktið fyri allar ungar atletar.
Í Hvidovre seta tey so alt uppá beinini, fyri at gera kappingina so góða og spennandi sum til ber.

Eftir avtalu við DAF, sum er Dansk Atletik Forbund, kappast føroysku íðkararnir fyri sítt føroyska lokalfelag. Hetta galdandi frá 2020, tá ið tað á fyrsta sinni bleiv gjørt. Áðrenn var neyðugt, at hava donsk vinafeløg, sum føroysu íðkararnir kappaðust fyri.
Hetta eru vit í FíF sjálvsagt sera fegin um, og eru fyrimunirnir við hesum, helst fleiri enn vansarnir.

Úrslitini frá sunnudegnum síggjast her :

Hvirlan
Bragdið
Treysti

FíF takkar øllum føroyskukm íðkarum á breyt fyri hetta kappingarárið, bæði her heima og úti í heimi. Vit gleða okkum at fylgja tykkum ígjøgnum vetrarhálvuna.

0 comment
0

Related Articles