Home Uncategorized TF VK-8 Várkappingin verður í Runavík leygardagin

TF VK-8 Várkappingin verður í Runavík leygardagin

by Guttorm Sørensen
Í sambandi við árligu Várkappingina skipa Roysnið og FÍF tann 19. marts kl. 15.00 fyri FM í 10 km renning í Runavík. Hetta er eisini 8. og seinasta umfar av TF Vetrarkappingini 2015/2016.
Talan er um FM, men hetta er eisini opin kapping har øll kunnu luttaka. Fyri at luttaka á 10 km skal ein tó vera fødd/føddur í 1999 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.
Samstundis sum tey vaksnu renna 10 km, so renna gentir og dreingir 5 km (f. 2000-2004). Unglingar (f. 1995-1999), sum eisini luttaka í opna bólkinum, renna sjálvandi eisini 10 km.
Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Runavík: suður eftir høvuðsvegnum, oman á kei’ina stutt áðrenn rundkoyringinia, norður eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin beint sunnanfyri Magn-støðina har tað so verður vent suðureftur aftur.
Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Sjómansheimið, nakað áðrenn har omansneiðingin er.
Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir.
Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.
Bólkar:
Í FM 10 km verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -1999)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1961-1970)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.-1960)
Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,-. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF: www.fif.fo. Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 18/3-2016 á midnátt.
Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í Bylgjuni á kappingardegnum millum kl. 13.45 og 14.45. Har verður atgongd til umklæðingsrúm í Bylgjuni, so har verður eisini møguligt at skifta, og fara í brús eftir renningina.
Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi oa. í Bylgjuni, og tá vera heiðursmerkir eisini handaðið fyri FM og steyp fyri samlaðu úrslitini í TF Vetrarkappingini.
0 comment
0

Related Articles