Í fínastu rennilíkindum varð sjeynda umfar av TF Vetrarkappingini avgreitt í Trongisvági leygardagin, har Hvistan var vertur. Turt, eitt fitt lot og sólin sá viðhvørt. Tilsamans 45 rennarar komu á mál.
Vit fingu tveir sera spennandi endaspurtir. Fyrst vóru tað tær báðar Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum næstan fóru púra javnar um málstrikuna. Men Oddvør hevði akkurát munin, og fekk kroyst enn ein sigur til hennara søgubøkur.
Hans Sivertsen vann hjá dreingjunum, meðan Oddvør spurtsigraði Mariu. Ingi kom stutt aftaná, og bleiv nr. tvey hjá dreingjunum.
Kappingin hjá monnunum hevur verið spennandi seinastu ferðirnar, men ongantíð so spennandi sum leygardagin. Tab bleiv ein brandhørð kapping millum Hansen-brøðurnar, sum hóast hart tempo, fylgdust allan vegin. Ikki fyrr enn á allarseinastu metrunum fall avgerðin, tá Eirikur Hansen fekk pressað seg fram um bróðurin Andrias Hansen. Hetta var fyrsti sigurin hjá Eiriki í vetur, og hann var fjórði maðurin á ovasta skamli í opna bólkinum. Julian Gregersen hevði tað hart umborð á Smyrli, og ístaðin fyri at vera við í stríðnum um gulli, megnaði hann akkurát at verja bronsuna.
Eirikur Hansen úr Bragdinum gav alt hann átti, og vann sín fyrsta sigur í vetur
Rebekka Fuglø vann enn einaferð tryggan sigur í kvinnukappingini. Hóast eitt hol var ímillum Hergerð Heldarskarð og Birnu Mohr Joensen, sum kappaðust um annað pláss, so var hetta ein beinhørð kapping allan vegin. 28 sekund skiltu tær á málinum.
Nú fótbóltsfeløgini har suðuri hava lagt saman, skuldi man næstan trúð, at vágbingarnir í Bragdinum eisini runnu á heimavølli á Tvøroyri. Í øllum førum eydnaðist tað bæði Hjalmari Sjóvará og Hjalta Gunnarstein at vinna gull. Hesin skrivarin torir ikki reiðiliga at nevna tað heimavallarsigur, men tað var nær við. Hjalmar vann veteranbólkin og Hjalti vann bólkin við superveteranum.
Hjalmar Sjóvará v.m. og Hjalti Gunnarstein h.m. – vágbingarnir sigraðu á heimaoy
Øll úrslitini síggjast her
Leinkja til myndir: TF VK-7 Trongisvágur (myndir: Jóannes N. Poulsen)
Úrslit TF VK-7 Trongisvágur 11. mars 2017 kl. 10.15
Nr. | Tíð | Gentur (f. 2001 – 2005) | ||
1 | 13.24 | Oddvør Josephsen | 2001 | Treysti |
2 | 13.24 | Maria Biskopstø | 2002 | Treysti |
3 | 16.37 | Vibeka Eihilt Sivertsen | 2004 | Treysti |
Nr. | Tíð | Kvinnur (f. -2000) | ||
1 | 35.30 | Rebekka Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 39.29 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
3 | 39.57 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan |
4 | 41.13 | Ann-Mari av Skarði | 1974 | Bragdið |
5 | 43.19 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið |
6 | 43.31 | Hallbjørg Danielsen | 1973 | Roysnið |
7 | 44.10 | Asta Hubeck-Graudal | 1980 | Bragdið |
8 | 45.23 | Petra Weihe Mikkelsen | 1974 | Roysnið |
9 | 45.24 | Birna Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
10 | 47.01 | Jónrit Dalsgaard | 1974 | Bragdið |
11 | 49.00 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
12 | 49.33 | Tina Grønbech Tausen | 1980 | Hvistan |
13 | 50.35 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
14 | 51.18 | Ingun G. Sørensen | 1971 | Treysti |
15 | 51.40 | Beinta Nygaard | 1970 | Bragdið |
16 | 52.31 | Elsibeth Johannessen | 1966 | Roysnið |
17 | 53.45 | Olga Johannessen | 1967 | Roysnið |
18 | 53.50 | Frida Augustinussen | 1978 | Hvistan |
19 | 54.10 | Petry Joensen | 1969 | Hvistan |
20 | 54.53 | Eileen Matras | 1971 | Treysti |
21 | 57.01 | Eileen Bech | 1966 | Hvistan |
Nr. | Tíð | Kvinnur veteranar (f. 1962 – 1971) | ||
1 | 39.29 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
2 | 39.57 | Birna Mohr Joensen | 1970 | Hvirlan |
3 | 43.19 | Eydna Weihe | 1969 | Bragdið |
4 | 45.24 | Birna Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
5 | 49.00 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
6 | 51.18 | Ingun G. Sørensen | 1971 | Treysti |
7 | 51.40 | Beinta Nygaard | 1970 | Bragdið |
8 | 52.31 | Elsibeth Johannessen | 1966 | Roysnið |
9 | 53.45 | Olga Johannessen | 1967 | Roysnið |
10 | 54.10 | Petry Joensen | 1969 | Hvistan |
11 | 54.53 | Eileen Matras | 1971 | Treysti |
12 | 57.01 | Eileen Bech | 1966 | Hvistan |
Nr. | Tíð | Kvinnur superveteranar (f. -1961) | ||
1 | 50.35 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
Nr. | Tíð | Dreingir (f. 2001-2005) | ||
1 | 13.14 | Hans Eihilt Sivertsen | 2001 | Treysti |
2 | 13.37 | Ingi Johannessen | 2002 | Roysnið |
Nr. | Tíð | Mansunglingar (f. 1996-2000) | ||
1 | 34.15 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
2 | 35.04 | Dánjal Dahl Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
Nr. | Tíð | Menn (f. -2000) | ||
1 | 32.02 | Eirikur Hansen | 1982 | Bragdið |
2 | 32.04 | Andrias Hansen | 1980 | Bragdið |
3 | 34.15 | Julian Gregersen | 1998 | Treysti |
4 | 35.04 | Dánjal Dahl Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
5 | 35.18 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
6 | 35.27 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
7 | 36.02 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
8 | 36.22 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
9 | 36.54 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
10 | 39.39 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
11 | 41.17 | Hjalti Gunnarstein | 1961 | Bragdið |
12 | 41.43 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
13 | 43.09 | Helgi Johannessen | 1967 | Roysnið |
14 | 43.12 | Páll Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
15 | 44.17 | Sverri Eriksen | 1974 | Bragdið |
16 | 44.58 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið |
17 | 45.20 | Sofus Poulsen | 1965 | Frælsi |
18 | 46.20 | Theodor A. Olsen | 1958 | Treysti |
19 | 48.56 | Jóannes Ortind | 195 | Bragdið |
– | dns | Jan Elmar Sørensen | 1991 | Treysti |
– | dns | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
– | dns | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
Nr. | Tíð | Menn veteranar (f. 1962-1971) | ||
1 | 35.27 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
2 | 36.02 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
3 | 36.22 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
4 | 36.54 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
5 | 39.39 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
6 | 41.43 | Jan Matras | 1966 | Treysti |
7 | 43.09 | Helgi Johannessen | 1967 | Roysnið |
8 | 44.58 | Hallur Holm | 1967 | Bragdið |
9 | 45.20 | Sofus Poulsen | 1965 | Frælsi |
– | dns | Eirikkur Joensen | 1967 | Roysnið |
Nr. | Tíð | Menn superveteranar (f. -1961) | ||
1 | 41.17 | Hjalti Gunnarstein | 1961 | Bragdið |
2 | 43.12 | Páll Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
3 | 46.20 | Theodor A. Olsen | 1958 | Treysti |
4 | 48.56 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
– | dns | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |