Home Altjóða luttøka Tórur vann gull í trístøkki

13566987_10154318578624106_3878678587581893897_n
Tórur ovastur á skamlinum eftir at hava lopið heilar 14,94m !

Tórur Mortensen var ein av okkara allarstørstu heiðursmerkjavónum, nú landsliðini hjá okkum kappaðust í VU Spelen í Gøtuborg.

Men eftir fimm umfør av dagsins kapping í trístøkki, sá einki serligt út. Við 13,98 metrum í fyrsta lopinum, var Tórur tá nummar 7. Einki forgjørt í tí. 13,98 m og  7. pláss er fyri so vítt eitt fantastiskt úrslit. Men ikki fyri Tór, sum hevur føroyskt innanduramet, 14,45 m og var úti eftir uttandurametinum hjá Øssuri Debes Eiriksfoss, sum jú ikki er hvør sum helst.

Sum so mangan áður vísti Tórur, at hann er bestur, tá harðast leikar á. Í avgerandi royndini skelkaði hann allan norðurlendska lop-heimin við einum dundurlopi á heilar 14,94 m. Eitt klárt vinnaralop, sum eingin kundi gera nakað við. Sostatt vann Tórur sterku kappingina VU Spelen.

Eitt dygt føroyskt met gjørdist hetta eisini. Heilar 60 sentimetrar legði hann afturat metinum, sum Øssur setti, tá hann vann silvur á oyggjaleikunum á Bermuda. Vindurin var eisini akkurát fyri. 2,0 m/s í ryggin!

Sum sagt er hetta lop, sum lopáhugað í norðurlondum fara at bíta merki í. Hetta lopið er longri enn nakar dani hevur lopið í ár. Og hetta er ein hálvan metur longri, enn tá Tórur vann Danmarksmeistaraheitið í vetur. Taka vit so norðurlendsk U20 úrslit, so er bert ein 19 ára gamal finni, sum hevur lopið longur. Tórur er enn ikki fyltur 18.

Sigast má, at tað gongur við rúkandi ferð hjá Tóri. Hann hevur í rundum tølum lagt ein metur afturat hvørt árið síðani 2012, og einki bendir á, at hetta støðgar í 2017. Í fjør summar varð Tórur úttikin til sínar fyrstu oyggjaleikir. Her kom hann í finaluna, men ein lítil skaði forðaði honum tá í at leypa upp til sítt besta.

Síðani tá hevur Tórur vunnið silvur til bæði DM og íslandsmeistarakappingina fyri vaksin, hóast hann bara var 17 ár tá. So vann hann DM innandura fyri vaksin í vetur, og gjørdist tá fyrsti føroyingur, sum vann eina DM-einstaklingakapping í frælsum ítrótti. Og nú gjørdist hann so næsti føroyingur, sum vann eina kapping í VU Spelen.

Hetta úrslitið er Tóri so væl unt. Hann hevur altíð verið ein fyrimyndarligur smádrongur, drongur og unglingi. Hann hevur vant nógv, leingi og miðvíst síðani hann var smádrongur. Ja, líka síðani Tórsbreyt sá dagsins ljós. Tá var Tórur 10-11 ár. Og fórt tú niðan á Tórsbreyt longu tá, var nokk so sikkurt, at tú sást eina lítla dreingjasúkklu beint við sandkassan, og ein lítlan hugagóðan drong, sum eisini í frítíðini vandi seg at leypa.

FÍF ynskir Tóri og venjara hansara Hera Ziska hjartaliga tillukku við hesum framúrskarandi úrslitinum.

Venjarin Heri Ziska hevur skrivað meira um sjálva kappingina á www.hvirlan.fo – har eru eisini videomyndir av vinnaralopinum.

0 comment
0

Related Articles