Home Altjóða luttøka Tríggir føroyingar til DM í lendisrenning

Tríggir føroyingar til DM í lendisrenning

by Hallur Holm

Í gjár var DM í stuttari lendisrenning runnin í Herlufsholm nær við Næstved á Sælandi. Tríggir føroyingar vóru við í kappingini. Teinurin hjá teimum øllum var 4 km.

Jan Elmar Sørensen hevur verið á langari venjingarlegu í hitanum í Suðurafrika. So hann var troyttur og eisini blivin eitt sindur forkølaður eftir hann kom norð í danska kuldan. 4 km er heldur stutt hjá Jan Elmari, men kortini megnaði hann somu plasering sum til DM í langari lendisrenning, sum var í Middelfart í november, tá teinurin var 8 km. Í báðum kappingunum gjørdist Jan Elmar nummar 31. Fyrru ferðina kom Jan Elmar eisini beinleiðis frá strævnari venjingarlegu.

Tað eydnaðist ikki danska stórrennaranum Abdi Hakim Ulad at vinna. Abdi, sum annars gjørdist nummar 10 til EM í lendisrenning og síðani kom á evropiska landsliðið, mátti taka til takkar við silvur, fýra sekund aftanfyri Peter Glans.

Jan Elmar DM lendisrenning
Beinleiðis úr Suðurafrika til Herlufsholm, og síðani Hoydalar leygardagin. Jan Elmar brúkar alla sína tíð uppá renningina. (mynd: Michael Hylledsted)

Marna Egholm endaði 2016 heilt væl. Nýggjársaftan var hon við í stórari 10 km kapping, har hon gjørdist nr 3 og rann undir 37 min. Í gjár var hon eisini væl við, og gjørdist samlað nummar 8! Eisini hjá Marnu er 4 km ein alt ov stuttur teinur til at vísa sínar bestu dygdir. Kortini var hennara úrslit nóg mikið til at vinna DM gull í sínum aldursbólki.

Marna DM stutt lendisrenning
Ikki yndisteinurin hjá Marnu. Tó megnaði hon at gerast nummar átta, og vann samstundis DM gull í sínum aldursbólki, +35 ár (mynd: Michael Hyllested)

Ikki óvæntað var tað Anne Emilie Møller, sum fór avstað við sigrinum. Tað var hon, sum stóð seg so væl á olympisku leikunum í Rio, har hon gjørdist nummar  í 3.000 m forðarenning. Simone Glad gjørdist nummar tvey.

Triðji føroyski luttakarin var Gunnar Sivertsen, sum luttók í dreingjabólkinum undir 19 ár. Gunnar hevur verið nógv skaddur í seinastuni, og er tí ikki ikki komin í røttu venjingarstøðuna enn, eftir at hann varð skorin fyri kortum. Gott at síggja, at Gunnar aftur er við í kapping. Úrslitið í gjár var ikki tað besta, men frá nú av fer bara at ganga fram á.

Gunnar DM lendisrenning
Gunnar Sivertsen valdi tað trimmaða hársniðið til kappingina. (mynd: Michael Hyllested)

Øll úrslitini síggjast á hesi slóðini:

 

0 comment
0

Related Articles