Home Komandi tiltøk Tvær opnar kappingar mikudagin

Tvær opnar kappingar mikudagin

by Hallur Holm

Mikukvøldið verða tvær opnar kappingar fyriskipaðar. Onnur á Svangaskarði og hin á Tórsbreyt. Treysti skipar fyri kapprenning á 5.000 metrum á Svangaskarði. Gentur og kvinnur kl. 18.00 og menn og dreingir kl. 18.30. Tilmeldast skal á staðnum í seinasta lagi 10 minuttir undan startinum.

Og seinnapartin mikudagin kl. 17.00 skipar Hvirlan fyri kapping á 100 metrum fyri tey, ið eru fødd í 2002 og fyrr. Tilmeldingin til hesa kappingina verður á staðnum frá kl. 16.30 til 16.45.

Kappingarárið lækkar nú móti endanum, og hetta kann vera eitt gott høvi hjá fleiri at betra sínar tíðir og kanska enntá røkka einum bólkameti.


Steintór Egholm úr Bragdinum hevur veruliga gjørt framstig í 2014. Hendna myndin er frá VU-Spelen í Gøtuborg í summar

 

0 comment
0

Related Articles