Hampuliga góð uppmøting var til aðalfundin hjá Bragdinum í kvøld, har 26 limir myndaðu aðalfund felagsins í salinum í ÍSF-húsunum.
Ann Thomsen helt fyrstu forkvinnuársfrágreiðing felagsins nakrantíð, og kundi vísa á, at Bragdið er eitt sera virkið og væl rikið felag. Sunniva Bjarnastein, sum fór úr nevndini, kundi eisini vísa á, at Bragdið eisini er rikið fíggjarliga skynsamt.
Umframt Sunnivu tók eisini Anna Maria Seloy seg úr nevndini, og skuldu tí tveir nýggir nevndarlimir og ein tiltakslimur veljast. Fyrst varð nýggjur næstformaður valdur fyri Onnu Mariu. Rúni Seloy, sum frammanundan sat í nevndini, varð valdur við lógvabrestum. Trý stillaðu upp til nevndarvalið. Sunneva Herup Olsen og Niels Poulsen komu beinleiðis í nevndina, meðan Steingrímur Hallsson verður tiltakslimur.
Bragdið ætlar at gera nakrar broytingar í viðtøkunum, og verður tí eykaaðalfundur um tvær vikur. Fleiri góð kjak um ymisk viðurskifti vóru eisini á fundinum, og sum tað ljóðar er nóg mikið at tríva í hjá nýggju nevndini.
Nýggja nevndin: Herluf Jakobsen, Steingrímur Hallsson, Niels Poulsen, Rúni Seloy, Sunneva H. Olsen og forkvinnan Ann Thomsen. Teimum verður ynskt blíðan byrð.
1 comment
Tíverri vilja myndirnar bara venda á høvdinu 🙁
Comments are closed.