Í gjár, frá middegi av, bleiv 3. Betri Stórkapping avgreidd á Tórsbreyt, og vóru tað Roynsið og Treysti, sum saman við FÍF íð stóðu fyri. Aftur hesuferð var nokkso fitt av vindi, sum aftur ávirkaðu úrslitini. Kappingarnar gingu sum heild væl at avreiða og hóast vindin, so vóru kortini nakrar spennandi kappingar at síggja. Fyri nakrar av okkara íðkarum, so vóru hetta seinastu kappingarnar áðrenn Oyggjaleikirnar, sum verða settir leygarkvøldið í Visby á Gotlandi.
Øll úrslitini síggjast niðanfyri og endaliga støðan í Betri Stórkappingini sást eisini her í .pdf. Myndir, frá Bjørg Svabo, frá bæði Betri Stórkappingini og heiðursmerka- og steypahandanini eru at finna í myndasavninum hjá Hvirluni.
Samlaðir vinnarar fv. Jógvan Gullfoss (12-13) , Jógvan í Lon Jacobsen (8-9), Maria Biskopstø (14-15),
Rúni S. Vang (10-11), Andreas B. Antoft (14-15), Brá Zakariasardóttir (10-11), Børka B. Jørgensen (12-13)
og Heiða Jacobsen (8-9)
Úrslit 3. Betri Stórkapping 2017
Endaliga støðan í Betri Stórkappingini 2017
Myndir: 3. Betri Stórkapping og Heiðursmerkja- og steypahandan