Home Uncategorized Úrslit Betri Stórkapping 3 og samlaðu úrslitini fyri Betri Stórkapping 2022

Úrslit Betri Stórkapping 3 og samlaðu úrslitini fyri Betri Stórkapping 2022

by Gunnvá Wardum

Í dag var 3. og ársins seinasta Betri Stórkapping á Breyt á Tórsbreyt, í regni og nógvum vindi.

Aftaná var afterparty á Glasir, har heiðursmerkini vóru handað og steyp vóru givin.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við. Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum Betri Stórkappingum.
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein. Harumframt verður steyp latið gentu og dreingi, íð hevur savnað flest stig tilsamans í einum aldursbólki í bólkunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár, og tá telja allar kappingarnar við.

Stig verða givin eftir hesum leisti:

Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 9 stig
Nr. 3 fær 8 stig
Nr. 4 fær 7 stig
Nr. 5 fær 6 stig
Nr. 6 fær 5 stig
Nr. 7 fær 4 stig
Nr. 8 fær 3 stig
Nr. 9 fær 2 stig
Nr. 10 fær 1 stig

Úrslitini fyri Betri Stórkapping 3 síggjast her

Samlaða støðan fyri Betri Stórkapping 2022 sæst her : Samanteljing Betri Stórkapping 2022

Myndir frá heiðursmerkjahandanini verða lagdar á okkara fb-síðu.

Vit vilja fegin takka íðkarum, venjarum, hjálparfólkum, foreldrum og fyriskiparum fyri tykkara íkast til ársins stórkappingar. Uttan tykkum, var hetta ikki gjørligt.

 

0 comment
0

Related Articles