Í gjár skipaði Frælsi fyri fjórða umfari í Betri vetrarkappingini í Sørvági. Teinurin var umleið 9,8 km. Líkindini vóru bara heilt góð, hóast eitt sindur skiftandi av vindi var. 65 vælupplagdir rennarar vóru tilreiðar tá byrjað bleiv kl. 11.00.
Rennast skuldi nakað forbí Bø, og so nakað niðan í brøttu brekkuna at venda. Útleggið í oddinum varð nokkso varligt og fylgdust fleiri beint áðrenn komið bleiv til Bíggjar. Tá setti ungi maðurin úr Sandavági, Hanus í Horni Nielsen úr Frælsi, ferð á og slapp avgerandi leysur og helt leiðsluna á mál. Hanus gjørdist nummar trý í Nýggjárhálvmaraton í ár, og hevur hann eisini víst sínar rennidygdir í Seyðamannarenningum á Vestanstevnu. Spennandi verður at fylgja honum framyvir.
Ávegis heimaftur beint eftir Bø. Hanus klárt á odda og Sam nummar tvey. Hinir fýra eru púra javnir. (Mynd: jn.fo)
Veteranurin Sam Vang úr Bragdið bleiv nummar tvey og á triðja plássi kom eitt sindur óvæntað Steffan K. Poulsen úr Treysti. Steffan luttók ikki í fyrsta umfari vegna skaða, men hevur tikið seg spakuliga fram síðani annð umfar, tá hann gjørdist nummar sjey. Einar Gregersen, sum vann seinasta umfar, hevði ligið sjúkur alla vikuna, men gjørdist kortini nummar fýra.
Hjá monnunum er veruligur spenningur í oddinum í samlaðu Betri Vetrarkappingini. Støðan eftir fýra umfør verður løgd út ein av komandi døgunum.
Útleggið var varligt (mynd: jn.fo)
Hjá kvinnunum stóð kappingin hesaferð ímillum Maritu Andrasardóttir úr Hvirluni og Sarah Vallin úr Bragdinum. Marita var nakrar metrar frammanfyri tað mesta av teininum, men tá tær nærkaðust málinum fór Sarah framum og vann. Á triðaplássi kom Hergerð Heldarskarð úr Bragdinum.
Sarah Vallin lá leingi á øðrumplássi (mynd: jn.fo)
Sam hevur lagt seg á annaðpláss (mynd: jn.fo)
Myndir frá renningini er at síggja á jn.fo: Betri VK-4
Øll úrslitini eru at finna niðanfyri.
Fimta umfar verður 9. februar, tá FM í Lendisrenning verður hildið í Hoydølum.
Úrslit Betri VK-4 í Sørvági 26. januar 2019 kl. 11.00
Gentur (2003-2007) | ||||
1 | 15:09 | Vibeka Sivertsen | 2005 | Treysti |
Dreingir (2003-2007) | ||||
1 | 14:21 | Bjarti Samson Vang | 2005 | Bragdið |
2 | 14:40 | Rúni Samson Vang | 2006 | Bragdið |
3 | 25:19 | Emil Jamil | 2010 | Frælsi |
dnf | Oskar Jamil | 2011 | Frælsi | |
Kvinnur opin bólkur (2002 og eldri) | ||||
1 | 40:26 | Sarah Vallin | 1988 | Bragdið |
2 | 40:32 | Marita Andrasardóttir | 1976 | Hvirlan |
3 | 43:35 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
4 | 44:48 | Ann-Mari av Skarði | 1974 | Bragdið |
5 | 45:58 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
6 | 49:00 | jónrit dalsgaard | 1974 | Bragdið |
7 | 49:13 | Marita Hansen | 1979 | Bragdið |
8 | 50:13 | Kristín Baldvinsdóttir | 1973 | Bragdið |
9 | 52:50 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
10 | 52:58 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
11 | 53:15 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti |
12 | 53:19 | Beinta Hilduberg | 1966 | Bragdið |
13 | 54:25 | Elisabeth Rasmussen | 1959 | Bragdið |
14 | 56:05 | Beinta Napoleonsdóttir | 1970 | Bragdið |
15 | 56:47 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
16 | 57:26 | Ingrid Bærentsen Patursson | 1958 | Bragdið |
17 | 57:58 | Elsibeth Johannessen | 1966 | Roysnið |
18 | 58:47 | Ritha Holm í Lágabø | 1980 | Bragdið |
19 | 59:25 | Heriet Djurhuus | 1965 | Bragdið |
20 | 1:00:26 | Jóhanna Vang | 1964 | Bragdið |
21 | 1:00:37 | Olga Johannessen | 1967 | Roysnið |
22 | 1:00:45 | Anna Sofía Kristiansen | 1960 | Bragdið |
23 | 1:03:12 | Anja Joensen | 1968 | Bragdið |
24 | 1:07:03 | Ingun Olsen | 1959 | Bragdið |
25 | 1:07:04 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |
Kvinnur veteranar (1964-1973) | ||||
1 | 43:35 | Hergerð Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
2 | 45:58 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
3 | 50:13 | Kristín Baldvinsdóttir | 1973 | Bragdið |
4 | 52:58 | Elisabeth Larsen | 1968 | Bragdið |
5 | 53:15 | Karin Kirke Petersen | 1964 | Treysti |
6 | 53:19 | Beinta Hilduberg | 1966 | Bragdið |
7 | 56:05 | Beinta Napoleonsdóttir | 1970 | Bragdið |
8 | 57:58 | Elsibeth Johannessen | 1966 | Roysnið |
9 | 59:25 | Heriet Djurhuus | 1965 | Bragdið |
10 | 1:00:26 | Jóhanna Vang | 1964 | Bragdið |
11 | 1:00:37 | Olga Johannessen | 1967 | Roysnið |
12 | 1:03:12 | Anja Joensen | 1968 | Bragdið |
Kvinnur superveteranar (1954-1963) | ||||
1 | 52:50 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
2 | 54:25 | Elisabeth Rasmussen | 1959 | Bragdið |
3 | 56:47 | Sunneva Olsen | 1959 | Bragdið |
4 | 57:26 | Ingrid Bærentsen Patursson | 1958 | Bragdið |
5 | 1:00:45 | Anna Sofía Kristiansen | 1960 | Bragdið |
6 | 1:07:03 | Ingun Olsen | 1959 | Bragdið |
7 | 1:07:04 | Jessie Hansen | 1955 | Bragdið |
Mansunglingar (1998-2002) | ||||
1 | 38:29 | Ragnar Rasmussen | 2000 | Hvirlan |
2 | 39:19 | Dánjal Dahl Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
3 | 39:37 | Ingi Johannessen | 2002 | Roysnið |
Menn opin bólkur (2002 og eldri) | ||||
1 | 36:44 | Hanus í Horni Nielsen | 1996 | Frælsi |
2 | 37:15 | Sam Vang | 1970 | Bragdið |
3 | 37:43 | Steffan Klein Poulsen | 1996 | Treysti |
4 | 37:45 | Einar Gregersen | 1995 | Treysti |
5 | 37:56 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið |
6 | 38:29 | Ragnar Rasmussen | 2000 | Hvirlan |
7 | 38:36 | Magni Jóhansson | 1994 | Roysnið |
8 | 39:19 | Dánjal Dahl Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
9 | 39:37 | Ingi Johannessen | 2002 | Roysnið |
10 | 39:50 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
11 | 40:01 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
12 | 40:14 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið |
13 | 40:22 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
14 | 40:29 | Heri Christoffersen | 1972 | Frælsi |
15 | 40:31 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
16 | 40:47 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
17 | 41:25 | Lau Jensen | 1972 | Roysnið |
18 | 42:07 | Páll Ólavsson | 1993 | Frælsi |
19 | 42:10 | Jens R Weihe | 1947 | Frælsi |
20 | 42:46 | Egil Olsen | 1963 | Roysnið |
21 | 43:08 | Borgar Juliusson Biskopstø | 1962 | Treysti |
22 | 45:00 | Rói Herup Olsen | 1983 | Bragdið |
23 | 45:16 | Páll Højgaard Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
24 | 45:52 | Jørgin Joensen | 1973 | Roysnið |
25 | 45:59 | Mass Antoniussen | 1979 | Onki felag |
26 | 48:20 | Henning Olsen | 1957 | Roysnið |
27 | 48:25 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
28 | 48:28 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
29 | 49:46 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið |
30 | 52:31 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |
31 | 52:35 | Kasper Karlsen | 1994 | Onki felag |
32 | 52:37 | Bergtór Torsteinsson | 1994 | Onki felag |
33 | 52:38 | Helgi Johannessen | 1967 | Roysnið |
d.n.s. | Hallur Holm | 1967 | Bragdið | |
d.n.s. | Andrass Joensen | 1963 | Bragdið | |
Menn veteranar (1964-1973) | ||||
1 | 37:15 | Sam Vang | 1970 | Bragdið |
2 | 37:56 | Henry Olsen | 1964 | Bragdið |
3 | 39:50 | Jonhard Larsen | 1966 | Treysti |
4 | 40:01 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
5 | 40:14 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið |
6 | 40:22 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
7 | 40:29 | Heri Christoffersen | 1972 | Frælsi |
8 | 40:31 | Heini Gregersen | 1964 | Treysti |
9 | 40:47 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
10 | 41:25 | Lau Jensen | 1972 | Roysnið |
11 | 45:52 | Jørgin Joensen | 1973 | Roysnið |
12 | 48:25 | Guttorm Sørensen | 1968 | Treysti |
13 | 52:38 | Helgi Johannessen | 1967 | Roysnið |
d.n.s. | Hallur Holm | 1967 | Bragdið | |
Menn superveteranar (1954-1963) | ||||
1 | 42:46 | Egil Olsen | 1963 | Roysnið |
2 | 43:08 | Borgar Juliusson Biskopstø | 1962 | Treysti |
3 | 45:16 | Páll Højgaard Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
4 | 48:20 | Henning Olsen | 1957 | Roysnið |
5 | 48:28 | Kári Simonsen | 1959 | Bragdið |
6 | 49:46 | Hilmar Høgenni | 1962 | Bragdið |
d.n.s. | Andrass Joensen | 1963 | Bragdið | |
Menn ultraveteranar (f.1953 ella fyrr) | ||||
1 | 42:10 | Jens R Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 52:31 | Gunnar Simonsen | 1952 | Treysti |