Úrslitini frá Kerjarenningini og støðan í vetrarkappingini

Skrivað hevur

120 rennarar í øllum aldri møttu til ársins Kerjar, sum var hildið leygardagin 16. november 2019 í økinum hjá Hotel Føroyum og Berg Hestum. Tað var ísur á Líggjasarvegi, vegurin út til vatnbyrgingina, men rennandi var á rossagøtunum.

Ársins ruta var tí broytt til, at runnið var tvær ferðir runt gøturnar.

At renna á einum lítlum avmarkaðum øki ger, at kappingin er meira nærverandi, so broytingin gjørdi tað heila meira hugnaligt. Á máløkinum var bjóða heitt kakao og heimabakaðir bollar við smøri.

Frælsa Ítróttarsamband Føroya hevur keypt nýggja tíðtøkuskipan, so nú eru tíðirnar tøkar á netinum beinanvegin. Hetta gjørdi at tað gekk sera væl at avgreiða kapping og heiðursmerkjahandan.

Hjá kvinnunum var tað Maria Biskopstø og oyggjaleikalandsliðið hjá kvinnum, Rigmor N. Arge og Sara Wallin sum fylgdust allan teinin. Maria rann teir 9,5 km í tíðini 44,15 minuttir. Rigmor og Sara vóru bert 5 og 10 sekund aftanfyri.

Hjá monnunum var ongin ivi um, at Eirikur Hansen fór at vinna. Hann legði seg framum beinanvegin og vann við tíðini 37,28. Tað var javnt millum nummar tvey og trý, men Rógvi Kárason vann við 5 sekundum á Einar Gregersen. Teir vóru góðan minutt eftir Eirik á mál.

Opin bólkur
1: Eirikur Hansen 37,28
2: Rógvi Kárason 38,43
3: Einar Gregersen 38,48

Kvinnur
1: Maria Biskopstø 44,15
2: Rigmor N. Arge 44,20
3: Sara Wallin 44,26

Øll úrslitini frá VK2 Kerjar eru at finna her: VK2 Kerjar Úrslit

Og samlaða støðan í BETRI Vetrarkappingini er at finna her: Vetrarkappingin eftir VK2

Hjá monnum liggur Bragdið á odda í liðkappingini frammanfyri Hvirluna og Roysnið, og hjá kvinnunum er Bragdið somuleiðis á odda frammanfyri Treysti og Roysnið.

Ein viðmerking

  1. Elisabeth says:

    liðkappingin er skeivt útroknað, bæði hjá monnum og kvinnum

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*