Útlendingarnir vóru skjótast

Skrivað hevur

Tað var metluttøka til Tórshavn Marathon í gjár, og eisini metluttøka av útlendingum. Fleiri teirra vóru heilt góðir rennarar, og ongantíð áður hava teir átt so nógv pláss á sigursskamlunum sum í ár. Vinnarin úr Týsklandi, Raoul Jankowski, setti nýtt rutumet við 2.44.48 min, og tók fimm minuttir av metinum hjá Cecil Weihe.

At teinurin til Tórshavn Marathon ikki er tann skjótasti, er eingin loyna. Fyrr í ár hevur Raoul runnið maratonteinin uppá 2.32 tímar! Fremstu menninir vóru:

1. Raoul Jankowski, Týskland 2.44.48
2. Andrias Hansen, Bragdið 2.55.03
3. Cecil Weihe, Bragdið 2.58.007
4. Martin Gravesen, Bragdið 3.00.28
5. Frederik Brummerstedt, Grønland 3.08.26
6. Joerg Chittka, Týskland, 3.13.37
7. Jóhan E. Simonsen, Bragdið 3.21.56
8. Niels Poulsen, Bragdið 3.21.56
9. Dietrich Bronner, USA 3.24.42
10. Jonhard Larsen, Treysti 3.29.03

Tórshavn maraton 2017 Raoul Jankowski
Týski Raoul Jankowski setti nýtt Tórshavn Marathon-met

Her stóðu føroyingarnir seg sera væl móti útlendingunum. Serliga havandi í huga, at fleiri av okkara bestu eru farnir um tey fimmti. Jú, vit kunnu sanniliga vera erpin av okkara veteran-rennarum.

Tórshavn maraton 2017 veteranar
Hetta eru føroysku veteran-føroyameistararnir. Saman við Andriasi Hansen gjørdu hesir sítt til at verja føroysku æruna og komu sær allir í topp 10

Okkara allarbestu kvinnur vóru ikki við í gjár. Marna Egholm, Valborg Heinesen, Bjørk H. Olsen, Rigmor N. Arge, Krista Nielsen, Beinta Hoydal, Ann Thomsen, Duruta á Lofti høvdu ivaleyst kunnaå gjørt seg galdandi millum tær bestu. Men tær vóru ikki við, so útlendingarnir fingu lætt spæl og settu seg á ovastu plássini.  Tær fremstu kvinnurnar:

1. Louise Skak, Noreg/Danmark 3.26.13
2. Antonia Johnson, Ný Sæland 3.27.43
3. Jaana Jobe, Svøríki 3.44.44
4. Tintin Svensson, Danmark 3.52.32
5. Halla Bjørg Thorhallsdóttir 3.53.38
6. Tracy Davidson, Belgia 4.11.39
7. Edit Kiss, Ungarn 4.16.10
8. Hallbjørg Danielsen, Roysnið 4.17.07
9. Mary M. Shepro, USA 4.18.55
10. Petra W. Mikkelsen, Roysnið 4.19.44

Ótrúliga stuttligt hjá Bragdinum at síggja, hvussu tiltakið mennist ár undan ári. Í ár vóru heilar 34 tjóðir umboðaðar, og komu hesi bæði frá nær og fjar. Øll norðurlond høvdu umboðan, og rennarar komu heilt úr Kanada, Ný Sælandi, India, Kina, Japan, Iran, Meksiko og úr flestu londum úr Evropa.

Tórshavn maraton 2017 Vaglið fult
Stúgvandi fult av fólki var á Vaglinum, og ongantíð áður hevur Tórshavn Marathon havt so nógvar áskoðarar. Hesaferð vóru veðurgudarnir blíðir!

Hálvt maraton var eisini á skránni, og eisini her fingu vit nýtt rutumet hjá monnum, sum ein normaður átti. Okkara veteranrennarar Henry Olsen og Regin Zachariasen vardu manniliga føroysku æruna, og gjørdust nr. 2 og 3. Topp 10 sæst her:

1. Dionisio Fernandez, Spania 1.17.47
2. Henry Olsen, Bragdið 1.23.16
3. Regin Zachariasen, Bragdið 1.25.31
4. Andrea Mondini, Italia 1.27.16
5. Andrew Harrison, Danmark 1.27.32
6. Oliver Granhøj, Danmark 1.27.49
7. Joost Geraedts, Holland 1.33.53
8. Morten Winther, Danmark 1.34.44
9. Regin Mittún, Bragdið 1.34.54
10. Arnfinn Johannesen, Roysnið 1.35.04

Tórshavn maraton 2017 vinnarin hálvt
Spanski vinnarin í hálvum maraton, Dionisio Fernandez

Hjá kvinnunum var stuttligt at síggja Valborg Heinesen vísa, at nú gongur skjótt fram á. Hon og Annika Thomsen úr Bragdinum vóru sera javnar allan vegin, og bert trý sekund vóru á muni á málinum. Fleiri føroyskar veterankvinnur stóðu væl og fylla nógv á hesum topp-10 listanum:

1. Valborg Heinesen, Bragdið 1.36.35
2. Annika Thomsen, Bragdið 1.36.38
3. Jannike Bucher Johannesen, Noreg 1.42.56
4. Ella Áarstein, Treysti 1.44.42
5. Jenny Rosendahl, Svøríki 1.46.04
6. Mona Rasmussen, Treysti 1.47.20
7. Ingrid Hofgaard, Bragdið 1.47.35
8. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 1.47.37
9. Inga Thorkildshøj, Bragdið 1.49.59
10. Elin Holm, Bragdið 1.50.40

(tíverri finni eg enn ongar myndir av bestu føroysku kvinnunum)

Enn eitt megnartiltak og ódnartak hjá Bragdinum er avgreitt til UG. Tá Tórshavn Marathon av fyrstan tíð varð kjølsett, bleiv nógv tosað um bert at hava tiltakið annað hvørt ár. Hetta tí at tað kostar so sera nógva arbeiðsorku av felagnum, og harvið kann drena orkuna úr øðrum tiltøkum. Men góðar kreftir øll hesi 15 árini hava prógvað, at tá øll taka felagstak, so munar væl.

Tórshavn maraton 2017 Annika Olsen
Tórshavn Marathon er eitt ódnartak hjá Bragdinum. Men uttan dyggan stuðul frá Tórshavnar Kommunu, var hetta næstan ein ómøgulig uppgáva. Gott at síggja borgarstjóran ganga undan!

FÍF ynskir Bragdinum tillukku við hesum 15 árunum, og takka fyri dygdargott arbeiði og stórar upplivingar fyri so nógv fólk.

Og so eitt hjartasuff at enda. Syndarligt, at eitt so stórsligið og umfatandi tiltak ikki vekir størri ans í føroysku fjølmiðlamyndini. Heilt undarligt, at KVF ikki hirðir at senda myndafólk.

Tórshavn maraton 2017 1. hjálpari
Nógvar serligar søgur knýta seg altíð afturat einum maraton. Hesin onglendingurin sær út til at koma sær í rekordbókina hjá Guiness. Sum fult útgjørdur 1. hjálpari skuldi hann renna undir 4 tímar fyri at klára hetta, og tað eydnaðist akkurát. Legg merki til, at maðurin ikki er í vanligum renniskóm, men í tungum trygdarskóm!

Tórshavn maraton 2017 Boðanesheimið
Millum teir mongu áskoðararnar var stórur partur av búfólkinum og starvsfólkunum á Boðanesheiminum. Eitt sera væleydnað og sjarmerandi tiltak skal sigast. Rennarar og búfólk heilsaðust ovurfegin.

Tórshavn maraton 2017 Regin og Bigge
Hesir báðir høvdu harðasta túrin og vóru longst úti í gjár. Tveir sera litríkir rennarar í føroyska rennilandslagnum. Regin Jóanesarson ætlaði at melda til ½ maraton, men kom av misgáum at melda til fult. Men so rann hann bara tað, heldur enn at rætta tilmeldingina. Hans Birgir (Biggi) hevur enn runnið øll Tórshavn Marathon umframt at hann rann við sum gestaluttakari á oyggjaleikunum í Føroyum. 

Allar myndir læntar frá Bragdinum – Faroefoto

Øll úrslitini síggjast her

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>