Vetrarkappingin byrjaði við metluttøku!

Skrivað hevur

IMG_9783

Eins og í fjør vóru rennilíkindini av teimum allarbestu, tá Vetrarkappingin 2014/15 varð skotin í gongd við Tofta Skúla í dag. Lítla ælið, sum kom beint eftir startin, megnaði hvørki at køla ella køva Vetrarrennararnar, sum við fullari ferð hildu niðan brekkurnar.

Fleiri rennarar eru væl fyri í løtuni, og spenningurin var stórur, nú eingin Marnar Djurhuus var við, og nýggjur sigursharri skuldi finnast. Men hendan spenningin fekk Sam Vang tó skjótt oyðilagt, tí longu oman móti Æðuvíkarvegnum fekk hann lagt avgerandi frástøðu til Henry Olsen og Rúna Seloy.

44 ára gamli Sam Vang rann sera væl í dag, og vann ein tryggan sigur. Tíðin hjá honum gjørdist 37.03, og er hansara besta tíð nakrantíð Runt Agnið. Hóast 50 ár á baki, rann Henry Olsen eisini sína bestu tíð, og gjørdist nummar tvey. Ungi Teitur Bjarnastein legði varliga fyri, men tók síðani ein fyri og annan eftir, og tá saman um kom, var hann bert 14 sekund frá silvurplássinum.

Photo Photo
Sam Vang rann sum ongantíð fyrr og vann tryggan sigur. Enn tryggari gjørdist sigurin hjá Valborg, sum var komin úr Danmark at renna Vetrarkapping

Í kappingini hjá kvinnum var Valborg Heinesen komin heim úr Danmark at renna sína fyrstu Vetrarkapping. Favorittur var hon av sonnum, og hon vann eisini ein tryggan sigur. Rigmir N. Arge var sjúk í seinastu viku, men megnaði kortini at renna seg til annað pláss við Durutu á Lofti beint í hølunum. Harða kappingin millum Rigmor og Durutu var samstundis kappingin um sigurin hjá kvinnuveteranunum, har Tórvør Ø. Vang endaði á triðja plássi.

 

Fyri fyrstu ferð í Vetrarkappingini varð kappast í bólki fyri superveteranar hjá kvinnum. Tað gjørdist Sunniva H. Olsen, sum vann fyrsta gullheiðursmerki í bólkinum. Silvur vann the grand old lady, Jóngerð H. Høgnesen, meðan Jessie Hansen bleiv nummar trý.

Veterankappingina hjá monnum vann Henry Olsen góðan hálvan minutt framman fyri Hall Holm, sum aftur var hálvan annan framman fyri Guttorm Sørensen á triðja plássi. Tað var super-duperveteranurin Jens R. Weihe, sum enn einfaferð vann gull hjá superveteranunum. Jósvein H. Olsen varð nummar tvey og Kári Simonsen nummar trý. Heilir 9 superveteranar vóru við í dagsins kapping.

Eingin kappaðist í dag í bólkinum við kvinnuuglingum. Men hjá mansunglingum var sterk luttøka. Miðteinarennararnir hjá Bragdinum hava vant dúgliga í heyst, og teir fingu veruliga víst styrki í dag. Tað var Teitur Bjarnastein sum vann ta kappingina frammanfyri Rúna Seloy, men klaksvíkingurin Julian Gregersen hevði eisini eina frálíka kapping, og var ikki langt aftanfyri. Bert 16 ára gamli Julian rann sína fyrstu kapping Runt Agnið, og var nær við at koma undir 40 min. í fyrstu royndini.

Í gentu- og dreingjabólkinum gjørdist eisini talan um mettluttøku. Sera gleðiligt var at síggja fleiri nýggj andlit, sum ikki hava roynt seg í Vetrarkappingini áður. Vit fingu nøkur merkisverd góð úrslit at síggja eisini. Bólkarnir fevna um fimm árgangir, so tey yngru hava ikki serliga stóran møguleika at vinna. Tað bilti tó ikki hjá Mariu Biskopstø, sum enn einaferð prógvaði, at hon kann blíva ein fantastiskur langteinari. 18.48 min. segði urið, tá hendan lítla 12 ára gamla hevði runnið teir fimm kilometrarnar! Hetta gav henni ein tryggan sigur frammanfyri Oddvør Josephsen og Elin Kristinu Ryan.

Gunnar Sivertsen rennur í dreingjabólkinum á seinasta ári. Hann fekk ein tryggan sigur við 18.01. Á øðrum plássi kom bert 11 ára gamli Hans Erland Thomsen við fantastisku tíðini 19.20. Triðjur var Dánjal D. Ljósheim við 19.30.

Eftir renningina var heiðursmerkjahandan afturvið einum góðum kaffimunni við heimabakaðari køku. Roysnið eigur stóra tøkk uppiborna fyri góða fyriskipan. Tað er fantastiskt at koma til slíka kapping, og vita at alt er í góðum hondum.

Annað umfar av Vetrarkappingini verður um tvær vikur. Tá verður Hvirlan vertur, og er hetta í sambandi við teirra motiónstiltak Kerjarenning. Meira um um tað kappingina her á síðuni mánadagin.

Skrivað hevur Hallur Holm

Myndir hjá Jóannes N. Poulsen: VK-1 Runt Agnið

Úrslit:

Úrslit VK-1 Runt Agnið 8. november 2014 kl. 11.00
Nr. Tíð Menn opin bólkur (f. -1998)  -10,3 km
1 37.03 Sam Vang 1970 Bragdið
2 38.09 Henry Olsen 1964 Bragdið
3 38.23 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
4 38.42 Hallur Holm 1967 Bragdið
5 39.07 Rúni Seloy 1994 Bragdið
6 39.15 Marnar Pattinson 1970 Roysnið
7 39.28 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
8 39.50 Niels Poulsen 1972 Bragdið
9 40.12 Julian Gregersen 1998 Treysti
10 40.19 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
11 42.03 Regin Thomsen 1976 Roysnið
12 42.40 Egil G. Olsen 1963 Roysnið
13 42.48 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
14 43.05 Jonhard Larsen 1966 Treysti
15 43.28 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
16 43.32 Allan Dalsgarð 1972 Bragdið
17 43.42 Heini Gregersen 1964 Treysti
18 44.03 Rógvi Johansen 1997 Bragdið
19 44.06 Jónsvein Herup Olsen 1958 Bragdið
20 44.20 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið
21 44.49 Regin Mittún Petersen 1979 Bragdið
22 45.06 Jóhan M. Jacobsen 1966 Roysnið
23 45.11 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
24 45.51 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
25 46.01 Kári Simonsen 1959 Bragdið
26 46.03 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
27 46.08 Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
28 46.14 Andreas Josephsen 1968 Treysti
29 46.17 Pól Sundskarð 1957 Treysti
30 46.28 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
31 47.22 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
32 47.28 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
33 47.28 Áki L. Hansen 1983 Onki felag
34 47.43 Terje Hansen 1968 Roysnið
35 48.57 Búgvi Ó. Eliasen 1989 Roysnið
36 49.33 Bent H. Jacobsen 1958 Bragdið
37 50.34 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
38 50.35 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
39 50.55 Hans Karl Jacobsen 1980 Onki felag
40 51.44 Rói Dam 1998 Roysnið
41 52.40 Jógvan Olsen 1977 Roysnið
42 54.10 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
43 54.26 Bárður Højgaard 1985 Onki felag
44 54.37 Flemming Petersen 1960 Roysnið
45 56.19 Helgi Johannesen 1967 Roysnið
46 56.49 Dan Kruse Thomsen 1970 Bragdið
47 58.24 Kristian í Lambanum 1954 Treysti
48 1.16.28 Regin Jóanesarson 1945 Roysnið
 – DNF Steingrímur Hallson 1997 Bragdið
 –
Nr. Tíð Menn vet. (f. 1960 – 1969) – 10.3 km
1 38.09 Henry Olsen 1964 Bragdið
2 38.42 Hallur Holm 1967 Bragdið
3 40.19 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
4 42.40 Egil G. Olsen 1963 Roysnið
5 43.05 Johnard Larsen 1966 Treysti
6 43.28 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
7 43.42 Heini Gregersen 1964 Treysti
8 44.20 Herluf Jacobsen 1963 Bragdið
9 45.06 Jóhan M. Jacobsen 1966 Roysnið
10 45.11 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
11 45.51 Bergur Didriksen 1965 Roysnið
12 46.14 Andreas Josephsen 1968 Treysti
13 46.28 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
14 47.28 Páll Vesturbú 1961 Hvirlan
15 47.43 Terje Hansen 1968 Roysnið
16 54.10 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
17 54.37 Flemming Petersen 1960 Roysnið
18 56.19 Helgi Johannesen 1967 Roysnið
 –
Nr. Tíð Menn supervet. (f. 1959 ella fyrr) -10,3 km
1 42.48 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
2 44.06 Jónsvein Herup Olsen 1958 Bragdið
3 46.01 Kári Simonsen 1959 Bragdið
4 46.17 Pól Sundskarð 1957 Treysti
5 49.33 Bent H. Jacobsen 1958 Bragdið
6 50.34 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
7 50.35 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
8 58.24 Kristian í Lambanum 1954 Treysti
9 1.16.28 Regin Jóanesarson 1945 Roysnið
 –
Nr. Tíð Kvinnur opin bólkur (f. – 1998) – 10,3 km
1 41.13 Valborg Heinesen 1986 Bragdið
2 45.33 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
3 45.38 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið
4 46.39 Beinta Hoydal Joensen 1971 Bragdið
5 47.06 Tórvør Østerø Vang 1969 Bragdið
6 47.16 Ann Thomsen 1966 Bragdið
7 49.02 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
8 49.06 Astrid Joensen 1967 Roysnið
9 52.02 Ingun Sørensen 1971 Treysti
10 52.30 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
11 54.00 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
12 54.52 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
13 55.11 Ingibjørg Christensen 1970 Onki felag
14 55.23 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
15 55.27 Eydna Weihe 1969 Bragdið
16 55.49 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
17 56.00 Eydna Petersen 1973 Hvirlan
18 56.52 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
19 57.02 Heidi Jógvansdóttir 1972 Bragdið
20 57.15 Elin í Haraldstovu 1961 Bragdið
21 59.26 Tóta Árnadóttir 1970 Roysnið
22 1.00.25 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
23 1.00.33 Olga Johannesen 1967 Roysnið
24 1.02.09 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
25 1.02.58 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
26 1.03.26 Jessie Hansen 1955 Bragdið
27 1.04.54 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
28 1.04.59 Eileen Matras 1971 Treysti
29 1.05.51 Halldis á Grønastøð 1972 Treysti
30 1.08.26 Kára Samuelsen 1965 Bragdið
 – DNF Jónrit Dalsgaard 1974 Bragdið
 –
Nr. Tíð Kvinnur vet. (f. 1960 – 1969) – 10.3 km
1 45.33 Rigmor Napoleonsdóttir Arge 1969 Hvirlan
2 45.38 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið
3 47.06 Tórvør Østerø Vang 1969 Bragdið
4 47.16 Ann Thomsen 1966 Bragdið
5 49.06 Astrid Joensen 1967 Roysnið
6 52.30 Adelaid Kirke 1968 Hvirlan
7 54.52 Julianna Frederiksberg 1967 Roysnið
8 55.23 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
9 55.27 Eydna Weihe 1969 Bragdið
10 55.49 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
11 57.15 Elin í Haraldstovu 1961 Bragdið
12 1.00.33 Olga Johannesen 1967 Roysnið
13 1.02.58 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
14 1.04.54 Maria Biskopstø 1965 Bragdið
15 1.08.26 Kára Samuelsen 1965 Bragdið
 –
Nr. Tíð Kvinnur supervet. (f. 1959 ella fyrr) – 10.3 km
1 56.52 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
2 1.00.25 Jóngerð Herup Høgnesen 1948 Bragdið
3 1.03.26 Jessie Hansen 1955 Bragdið
 –
Nr. Tíð Mansunglingar (f.1994 -1998)  -10,3 km
1 38.23 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
2 39.07 Rúni Seloy 1994 Bragdið
3 40.12 Julian Gregersen 1998 Treysti
4 44.03 Rógvi Johansen 1997 Bragdið
5 46.03 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
6 51.44 Rói Dam 1998 Roysnið
DNF Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
 –
Nr. Tíð Dreingir (f.1999-2003)  -5 km
1 18.01 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
2 19.20 Hans Erland Thomsen 2003 Bragdið
3 19.30 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
4 20.23 Steintór Egholm 2000 Bragdið
5 20.30 Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
6 20.47 Ingi Johannesen 2002 Roysnið
7 21.48 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
8 27.36 Kristin Olsen 2000 Onki felag
 –
Nr. Tíð Gentur (f.1999-2003)  -5 km
1 18.48 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 22.38 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
3 23.09 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
4 25.04 Urd Regnsdóttir á Lofti 2001 Bragdið
5 25.40 Bára J. Glerfoss 2003 Bragdið
6 25.42 Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið

 

Ein viðmerking

  1. Ein rætting…Tórvør var nr 3 hjá veterankvinnunum 🙂

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*