Vetrarkappingin fyribils niðurløgd

Skrivað hevur

Eftir fráboðanina hjá løgmanni í morgun um at avmarka tiltøk, har fólk savnast, er avgerð tikin um at niðurleggja vetrarkappingina fyribils.

Hetta ávirkar umførini, sum eftir ætlan skuldi vera á Viðareiði nú 14. mars og í Runavík 21. mars.

Hóast vandin neyvan er so stórur, tá eitt avmarkað tal av rennarum kappast úti, meta vit, at tað er rætt, at vit eisini vísa samfelagsatlit.

Fylgt verður við gongdini, og fráboðað verður nærri, nær vetrarkappingini verður uppafturtikin.

Starvsnevndin

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*