Home BETRI Vetrarkappingin Liðkapping í TF-Vetrarkappingini

Liðkapping í TF-Vetrarkappingini

by Guttorm Sørensen

Sum nakað nýtt, so verður í ár eisini skipað fyri liðkapping í TF-Vetrarkappingini, sum verður almenna navnið á kappingini veturin 2013/2014 og veturin 2014/2015. Undirtøkan í Vetrarkappingini hevur verið sera góð seinastu árini, og fyri at gera tað uppaftur meiri áhugavert hjá feløgunum at luttaka, so hevur kappingarnevndin í FÍF avgjørt, at skipa fyri liðkapping í opna bólkinum hjá monnum og kvinnum.

IMG_3451

Hvørt felag kann hava upp til trý lið við trimum rennarum. Eftir hvørt umfar verða tað teir tríggir rennararnir, sum hava ognað sær flest stig samanlagt, íð mynda liðið hjá felagnum. Tvs. rennari 1-3 mynda lið 1, rennari 4-6 mynda lið 2 og rennari 7-9 mynda lið 3, og hetta merkir at hevur eitt felag átta rennarar, sum koma á mál so er talan um tvey lið.

Í vetur verða átta umfør og skal ein hava luttikið í minst fimm av teimum fyri at telja við í bæði einstaklinga- og liðkappingini. Í einstaklingakappingini telja fimm tey bestu umførini pluss møgulig bonusstig. Í liðkappingini telja øll átta umførini pluss møgulig bonusstig.

So hvussu liðini verða mannað tá samantalt verður er reglan tann, at teir tríggir rennararnir, sum hava luttikið í minst fimm umførum, og hava flest stig fyri felagið mynda so lið 1 hjá felagnum. Tríggir teir næstu mynda so lið 2 osfr.

FÍF vónar at síggja nógvar rennarar til vetrarkappingina, sum byrjar 9. november, tá Roysnið skipar fyri kappingini “Runt Agnið”.

Reglurnar fyri TF-Vetrarkappingina fyri bæði einstaklingar og lið eru at finna her.

 

 

 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

regin 25.11.13 - 17:06

FÍF hevur 23/11-13 avgjørt at eitt lið KANN mannast av einum ella tveimum rennarum, tvs. at tey feløg sum t.d. hava 8 rennarar (sum dømi er um í tekstinum) hava kortini 3 lið, og ikki bara 2 lið.

Comments are closed.