Treysti er á hvørjum ári við til DMU. F.v.: Birita, Oddvør, Julian, Maria, Hans og Óluva
Seks ung úr Treysti, ein úr Hvirluni og ein úr Bragdinum kappast hetta vikuskiftið í Skive, har DM fyri ung verður fyriskipað leygar- og sunnudagin. Ikki ein og hvør sleppur við til slíka DM-kapping. Kravið er, at tú ert millum tey fremstu í Danmark. Í nøkrum kappingum er kravið topp 18 og í nøkrum er tað topp 24. Okkara bestu ungdómar ætla sær tó úrslit nakað longur frammi, og veit væl við, verður møguliga okkurt heiðursmerki eisini.
Kappingarnar kunnu stroymast á hesi slóðini: http://dansk-atletik.dk/nyheder/nyheder-2017/2017/02-22-dmu-optakt.aspx
Skráin hjá føroyingunum leygardagin (í dag) sær soleiðis út:
- kl 9.00 Birita Ryan, longdarlop
- kl 9.30 Oddvør Josephsen, 400 m
- kl. 9.40 Hans Sivertsen, 400 m
- kl. 13.15 Óluva A. Joensen, kúluvarp
- kl. 13.30 Maria Biskopstø, 800 m
- kl. 14.00 Oddvør Josephsen, 800 m
- kl. 14.10 Hans Sivertsen, 800 m
- kl. 14.25 Julian Gregersen, 800 m
- kl. 16.30 Birita Ryan, 60 m
- kl. 16.55 Tummas Napoleon Arge, 60 m
Skráin hjá føroyingunum sunnudagin:
- kl. 10.50 Birita Ryan, trístøkk
- kl. 10.50 Anna Kirstina Møller, trístøkk
- kl. 11.45 Maria Biskopstø, 1.500 m
- kl. 12.15 Oddvør Josephsen, 1.500 m
- kl. 12.45 Julian Gregersen, 1.500 m
- kl. 13.40 Maria Biskopstø, hæddarlop
- kl. 14.45 Tummas Napoleon Arge, 200 m
- kl. 15.40 Birita Ryan, 200 m