Bjørk Herup Olsen er nú farin undir sítt triðja ár á East Carolina University, har hon sum ein góður rennari hevur fingið scolarship. Har yviri byrjar árið við cross-kappingum, sum eru frá september til november. Tey bæði fyrru árini gekst ikki so væl sum vónað. Fyrsta árið hevði hon ein skaða í fótinum, og kom seint í gongd, meðan hon seinna árið hevði sera ringt við at raka dagin og fáa góð úrslit, hóast tað gekk rættiliga væl til venjingarnar.
Hóast mótburðin hevur Bjørk víst stóra sálarliga styrki. Í summar sóu vit eina væl trimmaða Bjørk seta tvey sterk føroysk met í Gøtuborg, og síðani tá er bara gingið framá. Fyri góðari viku síðani vann hon so sína fyrstu kapping yviri í statunum. Hetta var ein 5 km cross-kapping í Lake Kristi, har Bjørk hevði frálíku tíðina 17.44 min. Longu eina viku frammanundan var okkurt sum bendi á, at Bjørk nærkast stórformi, tí eisini tá rann hon ein 5 km cross uppá 17.49 min og gjørdist nr. 14 (nr. 2 á sínum liði)
Aftur hetta farna vikuskiftið gjørdi Bjørk um seg. Hesuferð var tað 6 km cross í Charlotte Invitationals, sum er ein enn størri og sterkari kapping. Her eydnaðist Bjørk at gerast nummar 8 av 233 kvinnum við tíðini 21.38. Hetta svarar til eina meðalferð uppá 3.36 pr km, og gloymið ikki, at hetta er cross-renning við brekkum og svingum! Bjørk hevur báðar hesar seinastu kappingarnar verið besta kvinnan á sínum liði, og sigur tað nógv um hennara framgongd. Tí hini bæði árini hevur hon fyri tað mesta verið nr. 4 og 5 á sínum liði. Sum ein eyka undirstriking av styrkini hjá Bjørk kann nevnast at hon var ein heilan minutt framman fyri sín besta liðfelaga, og tann gentan plagdi at vinna á Bjørk tey bæði fyrru árini.
Góðu úrslitini eru umrødd á ecupirates.com, sum er heimasíðan á unirversitetinum, og heldur ikki hjá Dansk Atletikforbund er hetta farið afturvið borðinum, tí eisini teirra heimasíða, www.dansk-atletik.dk, hevur skrivað um Bjørk.
Næsta vikuskifti er eingin kapping, men 13. oktober verður aftur farið í píkaskógvarnar. Tá verður tað Pre-Nationals í Louisville, Kentucky, har tær fara at renna 6 km. Nú verður spennandi, um Bjørk kann halda formin fram til oyggjaleikirnar um 9-10 mánaðir, tí so verður tað stuttligt hjá okkum føroyingum at fylgja við.
Bjørk saman við liðfeløgum sínum, sum nokk allar høvdu klárað føroysku oyggjaleikakrøvini. Men Bjørk er tann stinnasta!
2 comments
Fantastiskt av Bjørk, og tillukku við degnum í dag Bjørk, tú gert alt Føroyar ríkari við tínari renning:). Og til Hallur, takk fyri at tú ber okkum hesi gleðiboð.
Flott
Comments are closed.