Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen beint eftir heiðursmerkjahandan á F. B. Fields
Tað gjørdist ein dramatiskur dagur hjá føroysku rennarunum, tá fyrsta kappingin á oyggjaleikunum, ½ maraton, var á skránni. Hóast Valborg Heinesen situr heima vegna skaða, var liðið framvegis krútsterkt við Marnu Egholm og Bjørk Herup Olsen. Tað var ikki ætlanin, at Bjørk skuldi renna ½ maraton, men avboðini frá Valborg gjørdu, Bjørk bleiv sett á hetta liðið, sum varð spátt góðar møguleikar at vinna gull.
Og soleiðis sá eisini út leingi. Tvey gullmerki vóru so gott sum í sekkinum. Marna var á odda og Bjørk nummar seks. Alt gekk júst sum ætlað. Tá hendir tað, at Marna fær álvarligar trupulleikar við magakrampum og eisini einum lítlum hitaskjálvta. Marna kom tó á føtur aftur, og fekk gongd í beinini. Oddasessurin var tó fokin, og einar 14 kvinnur vóru nú frammnafyri. Ein teirra var Bjørk Herup Olsen, sum uttan nakra ½ maratonvenjing kortini stóð stinn, gjørdi sína skyldu og kom á mál sum nummar fimm við tíðini 1.24.42 t.
Hjá Marnu byrjaði eisini at ganga væl. Hon yvirhálaði eina fyri og aðra eftir, og tá til stykkis kom endaði hon kortini frammi á 9. plássi. Tíðin hjá henni gjørdist 1.28.
Marna framvegis á odda eftir 13 km – løtu seinni støðgaði heilt upp hjá henni.
Men hvat nummar Marna var blivin á málinum, visti eingin. Og hvussu raðfylgjan var hjá øllum hinum rennarunum, var tað heldur eingin sum visti. Tískil var sera ivasamt, um føroyska liðið hevðið runnið nóg væl til at ognað sær heiðursmerki. Gleðin var tí stór og røringur kom í, tá boðini komu um at bronsan hóast alt varð bjargað.
Bjørk rann sera væl í dag, og við hennara fimta plássi eydnaðist Føroyum at vinna bronsu í liðkappingini. Her er tað skeinkjarin úr Hvannasundi, sum leskar Bjørk við vatni.
Hóast ringt er at sleppa uttan um at hetta var eitt skuffilsi, fegnast vit í hópinum um, at tað kortini eydnaðist at vinna bronsuna í liðkappingini. Vit fegnast og virða okkara rennarar fyri at hava kempað so væl í dag. Bjørk uttan kilometurvenjing og Marna við hitaskjálvta – ja, tá er tað eitt bragd í sær sjálvum at vinna heiðursmerki í millum allar teir sterku rennaranar, sum runnu á Jersey í dag.
Føroysku kvinnurnar sleppa tó ikki so. Tær hava báðar tvær kappingar eftir. Týskvøldið rennur Bjørk 3.000 m forðarenning og mikukvøldið rennur Marna 10.000 m. Fríggjadagin renna tær báðar 5.000 m.
Position | Bib | Competitor | Island | Result |
---|---|---|---|---|
![]() |
49 | ![]() |
GIB | 1:21:35 |
![]() |
138 | ![]() |
IOM | 1:22:45 |
![]() |
110 | ![]() |
GUE | 1:23:21 |
4th | 152 | ![]() |
IOW | 1:23:41 |
5th | 45 | ![]() |
FAR | 1:24:42 |
6th | 169 | ![]() |
JER | 1:26:10 |
7th | 129 | ![]() |
IOM | 1:26:14 |
8th | 149 | ![]() |
IOM | 1:26:32 |
9th | 42 | ![]() |
FAR | 1:27:56 |
10th | 14 | ![]() |
BER | 1:28:46 |
11th | 183 | ![]() |
JER | 1:28:52 |
12th | 56 | ![]() |
GIB | 1:30:21 |
13th | 20 | ![]() |
BER | 1:30:55 |
14th | 206 | ![]() |
JER | 1:31:34 |
15th | 18 | ![]() |
BER | 1:32:32 |
16th | 164 | ![]() |
IOW | 1:32:47 |
17th | 310 | ![]() |
YSM | 1:32:50 |
18th | 274 | ![]() |
WES | 1:32:52 |
19th | 39 | ![]() |
FAL | 1:35:49 |
20th | 92 | ![]() |
GUE | 1:37:28 |
21st | 165 | ![]() |
IOW | 1:37:30 |
22nd | 278 | ![]() |
WES | 1:42:29 |
23rd | 38 | ![]() |
FAL | 1:43:59 |
24th | 279 | ![]() |
WES | 1:51:34 |
25th | 48 | ![]() |
FRO | 1:54:20 |
DNF | 246 | ![]() |
SHE | |
DNF | 97 | ![]() |
GUE |