Eftir frálíku persónligu avrikini hjá Jónas G. Isaksen og Eira J. Glerfoss í U18 EM í Jerusalem herfyri, eru teir eisini úttiknir at kappast um NM U20, sum verður í Malmø nú í vikuskiftinum. NM U20 er samstundis landsdystur millum stóru norðurlondini, og eru íslendingar saman við føroyingum at finna á danska landsliðinum í hesi kappingini.
Eiri er úttikin í longdarlopi og 100 m boðrenning, og Jónas er úttikin í 400 m og 400 m boðrenning.
Livestream, tíðarætlan og úrslit eru at finna á heimasíðuni https://malmoe2022.se