Í gjarkvøldið vóru tað hinir báðir kastararnir hjá okkum Randi Kúrberg og Rógvi Højgaard í skuldu royna seg í ávikavist hamarkasti og spjótkasti.
Kvinnurnar verða presenteraðar áðrenn kappingin byrjar
Kappingin í hamarkasti hjá kvinnum gjørdist ongantíð spennandi tá hugsa varð um heiðursmerkir, tí at meðan Marit Zahkna frá Isle of Man, Amy Church frá Isle of Wight og Annie Henriksson frá Gotlandi allar kastaðu langt omanfyri 40 m longu í fyrsta umfarið, so vildi teknikkurin hjá Randi ikki heilt virka, sum hon vildi.
Randi kastaði beint uttanfyri í fyrsta umfarið, men kastaði hamaran trygt út á 34,75 m í øðrum umfarið og tryggjaði sær at hon hevði seks kast í finaluni. Triðja kasti hjá henni fór í netið og tá støðan var uppgjørd eftir trý umførð lá hon á fimta plássi.
Í fimta umfarið kastaði Randi 36,91 m, ið endaði við at verða hennara longsta kast. Hetta bøtti tó ikki um støðuna, og endaði hon sostatt á fimta plássi. Hóast kasti hjá Randi hevði givið broncumerkið á Rodos og var hennara longsta í kapping í ár, so er hon ikki nøgd tí at har var meir at heinta um alt gekk upp í eina hægri eind.
Endaliga úrslitið hjá kvinnunum bleiv at Marit Zahkna frá Isle of Man vann við 48,89 metrum frammanfyri Amy Church frá Isle of Wight við 46,21 metrum og Annie Henriksson frá Gotlandi við 41,30 metrum. Randi endaði á 5 plássi av teimum 11 kvinnunum við 36,91 metrum.
Rógvi hevur áður roynt seg á oyggjaleikum í spjótkasti, men stutt eftir seinastu leikirnar skaddi hann sær armin, og tað tók langa tíð áðrenn hann kundi kasta aftur. Tí var tað spennandi at síggja hvussu væl teknikkurin fór at hanga saman á Álandi.
Mennirnir verða presenteraðir áðrenn kappingin byrjar
Rógvi hevði tosa við verandi methaldaran Sander Suurhans (Saaarema), ið greiddi frá, at hann hevði kastað út á 74 m, men at hann var skaddur í knænum og skuldi skurðviðgerast, men tó vónaði at kasta nakrar og 60 m.
Rógvi byrjaði kappingina við einum tryggum kasti á 45,71 m, men næstu fýra kastini lendu tíðanverri øll beint uttanfyri kastirætningin og tí vóru tey ikki góðkend. Áskoðara mettu tó at tey vóru í hægra endanum av 50’unum og sostatt á somu longd sum Gustav Melen frá Gotlandi og Jako Lindrop frá Saaremaa kastaðu í teirra dysti um triðja plássi. Ein dyst sum Lindrop vann við 57.20 m. Georgios Troumbas frá Rodos vann silvur við 61,88 m meðan Sander Suurhans frá Saaremaa setti nýtt oyggjaleikamet við 67,65 m.
Rógvi í seinastu royndini hjá sær
Rógvi endaði í sættu og seinastu royndini á 48,16 m, sum rakk til eitt sjeyndapláss. Men hansara longstu køst ikki vóru langt frá tí, sum endaði við at geva bronsu. Trist at kastivinkulin ikki er nøkur fá stig størri, so at kastini høvdu verði góðkend og hann tí hevði verði við tí dystinum um heiðursmerkini.