Longu fríggjadagin í seinastu viku, kom stórt lið Treystaíðkarum við foreldrum til Reykjavíkar, har tey hava verið á venjingarlegu alla vikuna innan Stórmót IR, sum er í dag og í morgin.
Treysti var í góðari tíð, og slapp undan ódnarveðrinum, sum Hvirlan og Bragdið endaðu í. Her er liðið avmyndað í innandurahøllini í Laugardalinum, har kappingarnar fara fram.
Hvirlan og Bragdið hava sum vant eisini stórar hópar í Reykjavík. Tíverri gjørdi ringa veðrið í gjár, at tey ikki sluppu avstað sum ætlað. Flogferðin varð útsett til í morgun, men nú eru so øll komin á pláss í Reykjavík. Tó eru fleiri, sum hava mist nakrar kappingar í morgun, og er hetta sera harmiligt. Serliga eru tað tær ungu Hvirlurnar, sum hava mist fleiri kappingar.
Flestu av føroyingunum koma aftur mánadagin, men tey eldru í Hvirluni hava venjingarlegu alla næstu viku í Reykjavík.
Í løtuni koyrir kappingin í hægsta gervi. Eitt av bestu føroysku úrslitunum higartil er eitt bronsumerki í kúluvarpi til Mariu Josephsen, úr Treysti.
Maria Josephsen fylti 11 ár í vikuni, og vann í morgun fyrsta heiðursmerki. Tað bleiv til bronsu í kúluvarpi
Eftir eitt sindur av legovenjing í Vágum, eru eisini Hvirlunar til dystin fúsar í Laugardalinum. F.v. Hallur, Alda, Tórur og Hanus
Páparnir hugna sær eisini óført við innanduravenjing. Her eru tað Allan, Martin og Borgar, sum jogga nøkur umfør.
Heimasíðan tekur saman um nøkur av úrslitunum sunnukvøldið.