Leygardagin 17. juli kl. 14.00 byrjar forvitnislig kapping á Tórsbreyt. Tað er Hvirlan, sum fyriskipar kapping tey nevna Jatnatøk. Við í kappingini verða gestir úr grannalondum okkara. Fleiri av hesum gestunum hava rættiliga høgt ítróttarligt støði, ja nøkur ájavnt við oyggjaleikametini.
Kappast verður í hesum greinum:
Kvinnur: 100 m, 800 m, 5.000 m, hæddarlop, trístøkk og hamarakast
Menn: 100 m, 800 m, 5.000 m, hæddarlop, spjótkast.
Hetta verða alt opnar kappingar, og einasta treyt fyri at luttaka, er at tú ert fødd/ur í 1996 ella fyrr. Tað er ókeypis at vera við. Tilmeldað verður við at senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi mikudagin 14. juli á midnátt.
Heiðursmerki verða til nr. 1, 2, og trý í øllum kappingum umframt at íðkarin, ið eigur úrslitið, ið gevur flest stig á IAAF talvuni fær okkurt framíhjá.
Meira um tiltakið kann lesast á www. hvirlan.fo