Rúni Seloy (nr.1039) bleiv nummar tvey í dag
Besta føroyska úrslitið í dag fekk 13 ára gamli Rúni Seloy, tá hann kappaðist í yndisgrein sínari 600 m. Eftir eina miseydnaða byrjan, har hann varð troðkaður afturum, stríddi hann seg fram í oddin á fyrstu langsíðuni. Rúni varðveitti føringina fram til 350 metrar, men fekk ikki svarað aftur tá hann varð yvirhálaður. Sum tann stríðsmaður hann er, megnaði hann tó at halda fæst um 2. plássið heilt á mál. Tíðin hjá Rúna var 1.35.13
Fyrr í ár vann Rúni eina sterka kapping í Danmark á 600 m. Ta ferðina rann hann teinin uppá 1.34.35 min, sum eisini er skjótari enn vinnaratíðin í dag!
Fyrstur av okkara á breytini í dag var 12 ára gamli Regin Joensen, sum kappaðist á 80 m. Regin hevur runnið væl á hesum teininum fyrr, men í dag gekst ikki sum ætlað. Hann bleiv nummar 13 við tíðini 12.54