Frælsur Ítróttur Føroya hevði aðalfund í gjár.
Heri Ziska varð valdur sum nýggjur formaður fyri Sølva Reinert Hansen, sum ikki tók við afturvali. Sølvi hevur verið formaður, síðan sersambandið varð stovnað í 2002.
Fyri Hera varð Hallur Holm valdur at sita eitt ár fram til næsta aðalfund.
Nevndin er nú soleiðis mannað: Heri Ziska, form., Niels Jákup Jakobsen, næstform., Guttorm Sørensen, peningar., Óli Olsen, limur, og Hallur Holm, limur.
Avgjørt varð, at Grand Prix Kappingin um summarið heldur fram. Í ar verður talan um 6 umfør, tey eru á Norðoyastevnu, á Sundalagsstevnu, á Eystanstevnu, á Jóansøku, á Vestanstevnu og á Ólavsøku. Aldursbólkarnir eru sum vanligt.
Meiri verður ivaleyst at frætta frá fundinum seinni.