Home FÍF Andrias gav Gutta kapping á Sundalagsstevnuni.

Andrias gav Gutta kapping á Sundalagsstevnuni.

by Hallur Holm

Lagt varð upp til eina spennandi kapping hjá monnunum á Sundalagsstevnuni. Gutti, sum hevur verið darvaður av skaða og Andrias, sum hevur hvílt aftaná sítt góða maraton í Keypmannahavn, vóru báðir við aftur. Eisini Borgar var við aftur, eftir at hann vegna arbeiði ikki fekk verið við á Norðoyastevnu. So spennandi varð at síggja, hvussu hesir tríggir vóru fyri í mun til sekstettina, sum fylgdist nærum allan vegin á Norðoyastevnu.

Tað var Andrias, sum legði fyri. Við Gutta, Borgari og Sam hølunum varð fyrsti kilometurin lagdur aftur um eftir 3.13 min. 50 metrar aftari kom ein bólkur við Eiriki, Jóan Karl, Absalon, Djóna og Regini pressandi. Tá fyrsta umfarið – 2,4 km – var liðugt, var førarafeltið minkað. Sam hevði slept, og Andrias setti framvegis ferðina. Tað gjørdi hann eisini, tá farið varð út á seinasta umfarið, men nú hevði eisini Borgar slept, og ein spennandi tvídystur millum Andrias og Gutta lá í kortunum.

Komnir út á landsvegin seinastu ferð við tveimum kilometrum á mál fór Gutti framvið Andriasi, sum ikki megnaði at svara aftur. Gutti vann sær ein fyrimun á einar 50 metrar, sum hann helt fram á mál. Sam, sum bleiv nr. 4 á Norðoyastevnu vísti framgongd og rann fram á triðja plássið. Væntandi fer eisini hann skjótt  at bjóða av í oddastríðnum.

Kvinnukappingin var merkt av avboðum frá Bjørk, sum í løtuni bert satsar uppá styttru teinarnar og Rannvá, sum var blivin sjúk av hálsbruna og fepuri. Í teirra fráveru gjørdi Fríðunn Steinberg sær dælt og vann trygt framman fyri Árnu Helmsdal og Susan Jacobsen.

Yngru veteranarnir (+45) vísa veruliga styrki í ár. Aftur hesaferð vann Regin, frammanfyri Borgar og Absalon. Í samlaðu kappingini hendan dagin blivu teir ávikavíst nr. 4, 5 og 7. Sera flott avrik í kapping við yngru rennararnar, sum veruliga skulu spíla seg út, skulu teir vinna á veteranunum.

Kappingina hjá eldru veteranunum (+55) vann Jens Weihe úr Frælsi. Jens er áður kendur sum fótbóltsleikari undir navninum Jens Lyn, og hetta navnið má mann siga, at hann framvegis livir upp til. Nr. tvey gørdist Kristjan Christiansen, sum mundi blivið tikin í einum rimmar spurti av the grand old man Harry Hansen, sum bleiv nr. 3

Úrslitini frá Sundalagsstevuni 2008 

 

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Absalon Hansen 18.06.08 - 16:11

Hey tit,

Nú vit hava haft vitjan av Hugh Jones, hví hava vit so ikki fingi meira at vita um hettar?

Tað sum eg hugsið um er, Hugh Jones er jú ikki hvør sum helst, hann er er nógv tann besti rennarin sum hevur sett sínar føtur á føroyska jørð, ja hann er ein legenda innanfyri teir longru teinarnar.

Hví hava vit ikki haft t.d. eitt temakvøld um venjing til Marathon.

Kanska hevði hann ikki tið?

Vinarliga

Absalon

Hallur 20.06.08 - 16:32

Nú spurningurin er settur undir grein, sum eg havi skrivað, havi eg hesar viðmerkingar.

Haldi at Absalon hevur grein í sínum máli. Tað er ikki á hvørjum degi, at slíkir menn vitja Føroyar. Hann er ein tann fremsti innan maraton-venjing í heiminum, og hevur skrivað fleiri bøkur um evnið. Tí hevði verið stuttligt, um mann sum Absalon nevnir, kundi havt t.d. eitt temakvøld við Hugh Jones sum høvuðspersóni.

Havi eisini sjálvur hugsað um, at nú vit høvdu ein rutuuppmátara í Føroyum, hevði ikki verið av vegnum, um vit høvdu kunnað fingið onkrar fastar rutur uppmátaðar. Her hugsi eg serliga um rutuna, sum FM í ½ maraton verður runnin á. Aðrar rutur høvdu kanska eisini havt gott av einari blástempling.

Veit heldur ikki sjálvur hvussu góða/ringa tíð hann hevði. Men hann plagdi at hava góðar tíðir tá hann kappaðist 😉

Comments are closed.