Tað var Hvirlan, sum fór avstað við tí mesta, tá FM á breyt fyri vaksin var hildið 20. og 21. august. 17 FM-heiti endaðu hjá Hvirluni, meðan Bragdið vann níggju og Treysti fimm. Tað vóru nógv ung, sum gjørdust FM vinnarar, og fleiri av teimum vóru við til FM fyri fyrstu ferð. Her er ein myndafrásøgn frá teimum báðum kappingardøgunum. Bjørg Svabo hevur tikið myndirnar.
Vit byrja tó ikki við tí yngsta. Men tí tyngsta. Tí leggja vit øll FM-heiðursmerkini hjá Hera saman, so er hann ein veruligur tungvektari. Hann gjørdist enn einaferð FM-vinnari í klingrukasti og sleggjuvarpi. Tað sá gott út á myndunum, men vænti at Heri helst vil kasta eitt sindur longur enn hann gjørdi hendan dagin. Men tvey gullmerki var tað so ivaleyst til.
Edna Maria stóð fyri trimum av gullmerkjunum hjá Hvirluni. Leygardagin gjørdist hon eins og Heri føroyameistari bæði í sleggjuvarpi og klingrukasti, og sunnudagin vann hon kappingina í 100 m rimarenning. Í báðum kastikappingunum setti hon nýtt bólkamett fyri G19.
15 ára gamli Dánjal Dahl Ljósheim vann tvey gullmerki. Hann er fyrsti Hvirlurennari, sum vinnur eitt miðteina-FM. Hetta gjørdi hann við at vinna greiðan sigur á 1.500 metrum. Dánjali dámar væl flestu greinar og er oftast við í fleiri kappingum. Tað eydnaðist eisini hjá honum at gerast føroyameistari í hæddarlopi.
Tað vóru nógv, sum við spenningi bíðaðu eftir 100 m finaluni hjá kvinnum. Tí her var alt púra opið og minst fýra høvdu møguleika at gerast føroya nýggja spurtdrottning. Tað var Elisabet Holm Simonsen, sum fekk togað seg fram um Aldu og Margit og kann nú kalla seg Føroya skjótastu kvinnu. Margit vann FM í trístøkki, meðan Alda fekk silvur á 100 m og bronsu á 200 m.
Oddvør Josephsen var til sítt fyrsta FM, og kundi fara norður aftur til Klaksvíkar við trimum FM-heitum. Hendan unga stríðskvinnan vann kappingarnar á 400 m, 800 m og 1.500 m. 15 ára gamla Oddvør hevur áður klárað oyl-krav á øllum hesum teinunum.
Marnar Djurhuus (v.m.) aftur ovast eftir longri støðg. Marnar gjørdist føroyameistari á 5.000 m og 3.000 m forðarenning. Hóast burturi frá renning næstan tvey ár, byrjaði hann aftur har hann slepti, og setti tvey góð persónlig met, og var væl undir oyl-kravinum á báðum teinunum. Tíðin á 5.000 m er tann skjótasta tíðin runnin av føroyingi í Føroyum. Jan Elmar Sørensen (h.m.) rann eisini einastandandi væl, og var tað ikki fyri Marnar, ja so var tað Jan Elmar, sum hevði runnið bestu føroysku 5.000 m tíð her heima nakrantíð.
Hart stóð stríðið eisini um krónurnar av veikara slagnum. Sam lá og lúrdi aftanfyri Andrias størsta partin av teimum 5.000 metrunum, og sníkti seg so fram um og tók bronsuna. Daniel Djurhuus Rein hevur vunnið mong FM-heiti í longdarlopi, men mátti hesaferð taka til takkar við silvurið
Stóra stjørnan var Tórur Mortensen, sum hóast kolldømdur á 100 metrum, vann ikki færri enn fimm FM-heiti. Fyrra myndin – Tórur kann ikki bara ganga á vatninum, hann kann eisini ganga í luftini. Og so kann hann eisini leypa upp um rimar við nógvari ferð. So nógvari, at tað gjørdist nýtt føroyskt met. Tórur bleiv føroyameistari í longdarlopi, trístøkki, 110 m rimarenning, spjótkasti og 4×100 m.
Nýggjur føroyameistari í hæddarlopi hjá kvinnum gjørdist Teresa Bláhamar, sum var við fyri fyrstu ferð. Hon endaði kappingina við at royna eftir føroyska metinum, sum hon eisini hevur roynt áður. Men aftur hesuferð manglaði eitt lítið vet í at klára tað. Dómararnir Gunnvá og Jógvan syrgja fyri, at alt fer fram eftir reglunum og einki verður latið tilvildini.
Eisini í spjótkasti hjá kvinnum fingu vit ein spildurnýggjan føroyameistara. Sunniva Bogadóttir hevur vant nógv seinastu tíðina og fekk løn fyri stríðið. Fyrsta FM-luttøka og fyrsta FM-gullmerki! Steinolvur Geyti hevur roynt tað fyrr, men hevur eisini mist fleiri FM vegna skaða. Í ár vann hann so aftur FM-heitið í kúluvarpi.
Aftur spennandi kapping á 200 m hjá kvinnum. Hesuferð var tað Margit W. Fríðmundsdóttir sum dróg longsta stráðið. Elsiabet og Alda beint aftanfyri. Hjá monnunum var tað Magnus Dal-Christiansen sum vann gullið frammnafyri Rúna Seloy. Magnus vann eisini heiðursmerki í fleiri øðrum greinum.
Sigurspallurin hjá skjótastu. Stórt mannfall var á 100 m og endin var at skaddi spjótkastarin Hanus Bergsson gjørdist spurtkongurin. Magnus Dal-Christiansen nummar tvey og ein gamal kenningur av Svangaskarði, nólsoyingurin Nikolai Falk bleiv nr. trý. Hann hevur eisini vunnið FM á 100 metrum onkuntíð. Høgrumegin er tað Rúni Seloy, sum vinnur gull á 800 metrum, nakrar metrar frammanfyri Dánjal Dahl Ljósheim. Rúni Seloy vann FM-heitið á 400 m.
Tað var eitt sindur soltið við boðrenningunum. Men har koma tó oftast tær bestu myndirnar. Her eru tað vinnaraliðini á 4×100 m. Hvirlan við Hanusi Bergssyni, Tóri Mortensen, Magnusi Dal-Christiansen og Dánja Dahl Ljósheim var bara eitt sekund frá føroyska metinum. Bragdaliðið við Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Theresu Bláhamar, Elisabet Holm Simonsen og Hildur Poulsen var tvey sekund frá metinum.