Fyrsta TF Stórkapping verður á Tórsbreyt leygardagin 21. mai – um góðar tvær vikur. Vit gleða okkum øll til kappingarnar í summar. Ein heilur vetur og nógvir strævnir venjingardagar eru farnir aftur um, og nú gleða vit okkum til várið og til nakrar spennandi kappingar á Tórsbreyt, sum vit vóna at øll taka væl undir við.
Umførini í TF Stórkappingini í vár/summar eru hesar:
- leygardagin 21. mai – Hvirlan er vertur
- leygardagin 11. juni – Bragdið er vertur
- leygardagin 18. juni – Treysti er vertur
Allar dagarnar byrja kappingarnar klokkan 12.00 og koma at vara í 3-4 tímar. Í fyrsta umfari, sum verður leygardagin 23. mai, verða hesar kappingarnar á skránni:
Børn undir 7 ár – f. 2009 og seinni:
60 m
Gentur og dreingir 8-9 ár – f. 2007-08:
60 m rimarenning, 600 m, bóltkast og longdarlop
Gentur og dreingir 10-11 ár – f. 2005-06:
60 m rimarenning, 600 m, bóltkast og hæddarlop
Gentur og dreingir 12-13 ár – f. 2003-04:
60/80 m rimarenning, 600 m, klingrukast og hæddarlop
Gentur og dreingir 14-15 ár – f. 2001-02:
80 m rimarenning, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
Gentur og dreingir 16-17 ár – f. 1999-00:
100 m, 1.000 m, klingruast, og trístøkk
Gentur og dreingir 18-19 ár – f. 1997-98:
100 m, 1.000 m, klingrukast og tírstøkk
Kvinnur og menn f. – 1996
100 m, 1.000 m, klingrukast og trístøkk
So skulu gulu dómara-jakkarnir og svørt/hvítu rimarnar aftur út í frísku luftina. Her er tað rimarenning í 2013.
Tilmelding er á hesi leinkju: Tilmelding 1. TF Stórkappingin 2016
Reglurnar eru stórt sæð tær somu sum í 2015. Miðallangi spurtuin fellur burtur í ár til fyrimunar fyri langspurtin. Reglurnar verða dagførdar undir “reglur” her fyrsta dagin.
Meira verður at frætta um kappingina seinni.