Frælsur Ítróttur Føroya ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár.
Vit siga samstundis túsund takk fyri 2015, sum á so mangan hátt hevur verið væl eydnað. Vit líta fram móti 2016, sum eisini hevur ov mikið av avbjóðingum.
Tað gongur enn fram á í okkara ítrótti. Hetta kann staðfestast, tá vit longu nú síggja fyri okkum størsta hóp av landsliðs- og ungdómslandsliðsíðkarum nakrantíð, á ferð til VU-Spelen í Gøtuborg fyrst í juli.
Eisini eldru rennararnir hava stór mál fyri 2016. HM í ½ maraton í Cardiff, er eitt av høvuðsmálunum, men sum altíð kunnu vit vænta føroyingar til allar tær stóru maratonkappingarnar úti í heimi. Nú ræður um at brúka restina av vetrinum og várið at leggja gott í beinið. Góða eydnu.
Vegna nevndina:
Niels Jákup
Rigmor
Guttorm
Regin
Hallur