Leygardagin kl. 10.00 verður 3. umfar av GP B&U. Tað er Hvirlan, sum verður vertur fyri kappingini. Fyri fyrstu ferð í Grand Prix høpi fara vit at kappast í hekkurenning. Annars verður kappast í diskoskast, longdarlopi og trístøkki. Eitt neyvari yvirlit sær soleiðis út:
- Dreingir og gentur 8-9 ár: 60 m hekk, longdarlop og 800 m
- Dreingir og gentur 10-11 ár: 60 m hekk, longdarolp og 800 m
- Dreingir og gentur 12-13 ár: 60 m hekk, longdarlop og 800 m
- Dreingir og gentur 14-15 ár: Diskoskast og trístøkk
- Dreingir og gentur 16-17 ár: Diskoskast og trístøkk
- Dreingir og gentur 18-19 ár: Diskoskast og trístøkk
Klárt er at melda til undir “tilmelding” á forsíðuni. Freistin fyri tilemelding er útsett til mikukvøldið á midnátt. Mint verður á, at kappingin er ókeypis og at hon er fyri øll. Tað eru tó bert limir í feløgunum, sum kunnu fáa stig og luttaka í samlaðu kappingini.
Minnist til at kappast í rætta felagslitinum.
1 comment
Harmiligt at hetta liggur samstundis sum GP4 fyri vaksin og barnarenningin á Jóansøku.
-eyðun
Comments are closed.