(Tekstur: Hallur)
Týskvøldið varð FM í 10 km landavegsrenning hildið á tí vælkendu rutuni inni í Runavíkini. Ein ávís broyting var tó framd, tí til hesa kappingina var teinurin mátaður eftir øllum forskriftum og harvið fingið DAF-góðkenning. Júst hesin teinurin hevur verið sera vældámdur, tí fleiri hava runnið heilt góðar tíðir á honum. Og tað er kanska ikki so løgið. Komið varð eftir, at starturin skuldi flytast einar 100 metrar aftur, samstundis, sum svingini skuldu rennast í nógv størri boga. Leysliga mett kann hetta kosta hvørjum rennara úti við ein heilan minutt, og tíðirnar týskvøldið vóru langt frá so góðar, sum tær onkuntíð hava verið.
Uppmøtingin var á heilt góðari leið
Hjá monnunum sat Marnar Djurhuus aftur uttanfyri, og sum skilst fer hann at gera tað eina tíð afturat. Hetta førdi við sær, at stríðið um heiðursmerkini varð tveitt fyri hund og heyk at klórast og bítast um, tí fleiri vóru boðið at stinga av við gullinum og FM-heitinum, nú ungi Morskranesdrongurin ikki var við. Og flokkurin var stórur, sum nærum samlaður kom framvið fyrsta kilometrinum eftir 3.30 min.
Trongt í oddinum fyrsta kilometurin.
Men skjótt skilti ein bólkur seg frá hinum við Sam, Gutta, Borgari, Eiriki og Henry. Hesir fylgdust eina góða løtu, men eftir umleið 5 km dróg Gutti frá. Sam og Eirikur royndu at halda aftaná, meðan Borgar misti eitt sindur meira og Henry heilt slepti takinum. Teir næstu tveir km økti Gutti heilt fitt, og helt so munin og kom á mál sum tryggur vinnari og føroyameistari ein lítlan hálvan minutt framman fyri Sam, sum hevði ligið og togast við Eirik um 5-7 sekund gjøgnum alla seinnu hálvu av kappingini.
Gutti hevur slitið seg leysan, og er einsamallur á odda
Tað er sjáldan, at tað er spenningur í kvinnukappingini, og tá Bjørk er heima, er so eiðasørt. Hóast Bjørk skuldi renna teinin sum ein rímiligan tempotúr, endaði hon meira enn tveir minuttir undan Rebekku á øðrum plássi. Hóast sín unga aldur, var hetta sætta FM-heitið í 10 km landavegsrenning hjá Bjørk. Duruta á Lofti rann eisini væl, og kom á eitt trygt triðja pláss.
Bert 20 ár – men hevur longu vunnið FM í 10 km landavegsrenning 6 ferðir!
Superveteranarnir hjá okkum eru fyrimyndaliga raskir menn. Jens R. Weihe nr. 1, Óli Olsen nr. 2 og Jóannes Ortind nr. 3
Karin og Susan møta so trúliga upp til kappingarnar og hava eisini fingið mangan heiðurin.
Veteran-føroyameistarin Borgar Biskopstø og nr. 3, Debes Christiansen. Henry Olsen vantar á myndini.
Fótbóltsklæðir, ja! Men gaggurnar vórðu skiftar um við renniskógvar. Pól Jóhannus Justinussen,fótbóltsprof í AaB, vísti góð rennievni, og bleiv nr. 8 við 38.48 min.
Special agent Kølle in action
Frálíku myndirnar, sum Jóannes Poulsen tók, liggja á picasaweb hjá Treysti, og kunnu síggjast her: https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/FM10KmIRunavik12JuniMyndirJoannesNPoulsen#
Øll úrslitini eru at finna her niðanfyri:
Úrslit FM 10 km í Runavík 12. juni 2012 kl. 18.30 | |||||
Tíð | Menn opin bólkur (-1996) | ||||
1 | 36,01 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
2 | 36,28 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
3 | 36,37 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
4 | 36,58 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
5 | 37,23 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
6 | 38,09 | Marnar | Pattinson | 1970 | Treysti |
7 | 38,13 | Jógvan K. | Glerfoss | 1967 | Bragdið |
8 | 38,46 | Pól Jóhannus | Justinussen | 1989 | Glyvrar |
9 | 38,58 | Súni | Jacobsen | 1967 | Bragdið |
10 | 39,12 | Debes H. | Christiansen | 1966 | Bragdið |
11 | 39,28 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Treysti |
12 | 39,38 | Magni | Jacobsen | 1976 | Treysti |
13 | 39,39 | Einar | Gregersen | 1995 | Treysti |
14 | 39,45 | Petur | Lamhauge | 1974 | Roysnið |
15 | 40,20 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
16 | 40,33 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
17 | 40,44 | Henrik | Kølleskov | 1965 | Bragdið |
18 | 40,48 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
19 | 41,25 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi |
20 | 41,29 | Jóhan E. | Simonsen | 1969 | Bragdið |
21 | 41,31 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
22 | 42,03 | Árni | Arge | 1964 | Bragdið |
23 | 42,15 | Bogi | Gregersen | 1980 | Strendur |
24 | 43,32 | Óli | Olsen | 1949 | Bragdið |
25 | 43,48 | Terje | Hansen | 1968 | Treysti |
26 | 44,09 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
27 | 44,31 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
28 | 44,34 | Magnus | Bjarnason | 1978 | Bragdið |
29 | 44,49 | Finn | Johannesen | 1978 | Hvistan |
30 | 45,54 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
31 | 46,13 | Runi | Jacobsen | 1965 | Treysti |
32 | 47,38 | Heðin D | Poulsen | 1975 | Tórshavn |
33 | 48,20 | Albin | Johannessen | 1973 | Treysti |
34 | 49,32 | Flemming | Petersen | 1960 | Roysnið |
35 | 55,23 | Kristian | í Lambanum | 1954 | Treysti |
36 | 62,27 | Regin | Jóanesarson | 1945 | Treysti |
dnf | Hallur | Mikkelsen | 1969 | Skála | |
dnf | Regin | Thomsen | 1976 | Bragdið | |
dns | Tummas | Joensen | 1956 | Treysti | |
Tíð | Menn veteranar (1957-1966) | ||||
1 | 36,58 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
2 | 37,23 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
3 | 39,12 | Debes H. | Christiansen | 1966 | Bragdið |
4 | 39,28 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Treysti |
5 | 40,20 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
6 | 40,33 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
7 | 40,44 | Henrik | Kølleskov | 1965 | Bragdið |
8 | 41,25 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi |
9 | 41,31 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
10 | 42,03 | Árni | Arge | 1964 | Bragdið |
11 | 44,09 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
12 | 46,13 | Runi | Jacobsen | 1965 | Treysti |
13 | 49,32 | Flemming | Petersen | 1960 | Roysnið |
Tíð | Menn superveteranar (-1956) | ||||
1 | 40,48 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 43,32 | Óli | Olsen | 1949 | Bragdið |
3 | 45,54 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
4 | 55,23 | Kristian | í Lambanum | 1954 | Treysti |
5 | 62,27 | Regin | Jóanesarson | 1945 | Treysti |
dns | Tummas | Joensen | 1956 | Treysti | |
Tíð | Kvinnur opin bólkur (-1996) | ||||
1 | 39,19 | Bjørk Herup | Olsen | 1991 | Bragdið |
2 | 41,29 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
3 | 42,54 | Duruta R. á | Lofti | 1969 | Bragdið |
4 | 48,59 | Astrid | Joensen | 1967 | Treysti |
5 | 50,19 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
6 | 52,04 | Susan | Jacobsen | 1964 | Treysti |
7 | 60,35 | Rannvá | Kjartansdóttir Strøm | 1988 | Bragdið |
Tíð | Kvinnur veteranar (1957-1966) | ||||
1 | 50,19 | Karin Kirke | Petersen | 1964 | Treysti |
2 | 52,04 | Susan | Jacobsen | 1964 | Treysti |