Tað er veruliga við at henda nakað í Suðuroy, har Hvistan í seinastuni hevur havt fleiri væleydnað tiltøk. Aðalfundur var seint í 2016 og nýggja nevndin við Finn Johannesen á odda hevur sett øll segl til fyri at fáa fólk út at røra seg.
Nýggja 4-mannanevndin hjá Hvistuni. F.v.: Mai-Britt Vinther, Ásgerð Leona Nilssen, Petry Joensen og Finn Johannesen, formaður
Eitt av afturvendandi tiltøkunum hjá Hvistuni er kirkjurenningin, sum tey hava nýggjársaftan. Hetta tiltakið hevur havt alt fleiri og fleiri luttakarar, og aftur í ár var metstór luttøka við fleiri enn sjúti rennarum og gongufólki.
Stóra fjøldin avmyndað framman fyri Vágs Kirkju. Okkurt kent renniandlit norðan av landi sæst eisini á myndini.
Hvistan skipar fyri venjing og tiltøkum bæði í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba, og undirtøkan gerst alsamt størri. Sum nakað nýtt eru tey farin at venja á vøllinum við Stórá, og eisini tann venjingin fekk góða undirtøku.
Nýggi formaðurin kann altíð lokka eitt smíl fram. Her hava tey vant við Stórá
Tað er sanniliga hugaligt hjá okkum norðanfyri, at síggja góðu gongdina har suðuri, og vit ynskja tykkum sjálvandi bestu eydnu í komandi tíðum. Tað er so nógv stuttligari og lættari at venja, tá tað kann gerast í felagsskapi.