Aðalfundurin hjá FÍF verður hildin í ÍSF-húsinum hóskvøldið 19. maj 2011 kl. 19.00. Dagsskráin verður sambært lógum felagsins, og sær soleiðis út:
- Val av orstýrara
- Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
- Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
- Innkomin mál
- Val av nevndum og eykamonnum
- Val av skrásettum grannskoðara
- Ymiskt
Fyri vali standa næstformaðurin, Niels Jákup Jakobsen og Jonhard Larsen, nevndarlimur. Teir taka báðir við afturvali.
Hvørt felag kann hava upp til trý umboð á aðalfundinum. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt felag eina atkvøðu.
Uppskot til nýggjan varaformann ella nevndarlim skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.