Í dag fór landslið okkara til Íslands. Í ferðalagnum eru allir luttakararnir frá oyggjaleikunum umframt Ednu Mariu Debes og Margit Weihe Fríðmundsdóttir.
Hetta vikuskiftið verður kappast um íslandsmeistaraheitini í frælsum ítrótti, og okkara landsliðsíðkarar luttaka sum gestir. FÍF og FRÍ hava seinnu árini havt ymisk samstørv, og er hetta eisini ein partur av samstarvinum millum londini bæði.
Kappingarnar fara fram leygar- og sunnudagin, og vit fara at leggja út frágreiðingar her leygar- og sunnukvøldið.
Hópurin avmyndaður beint undan fráferð. F.v. Regin Thomsen, Tórur Mortensen, Rúni Seloy, Hanus Bergsson, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Hallur Simonsen, Edna Maria Debes, Rebekka Fuglø, Hallur Holm og Bjørk Herup Olsen. Marna Egholm, sum kemur beinleiðis úr Keypmannahavn, vantar á myndini.
Skráin hjá føroysku fólkunum sær soleiðis út:
Kappingarskrá okkara leygardagin 25. juli 2015 | |||
Klokkan | Kappingargrein | Fornavn | Eftirnavn |
10.30 | Longdarlop kvinnur innleiðandi, | Margit Weihe | Fríðmundsdóttir |
10.30 | Longdarlop kvinnur innleiðandi | Edna Maria | Debes |
11.20 | 100 m kvinnur innleiðandi | Margit Weihe | Fríðmundsdóttir |
11.30 | Longdarlop menn, innleiðandi | Tórur | Mortensen |
– | |||
13.30 | Longdarlop kvinnur, finala | Margit Weihe | Fríðmundsdóttir |
13.30 | Longdarlop kvinnur, finala | Edna Maria | Debes |
14.50 | 100 m kvinnur, finala | Margit Weihe | Fríðmundsdóttir |
15.00 | Longdarlop men, finala | Tórur | Mortensen |
15.40 | 1500 m menn, finala | Rúni | Seloy |
15.30 | Spjótkast menn, finala | Hanus | Bergsson |
15.55 | 1.500 m kvinnur, finala | Rebekka | Fuglø |
15.55 | 1.500 m kvinnur, finala | Bjørk Herup | Olsen |
Kappingarskrá okkara sunnudagin 26. juli 2015 | |||
Klokkan | Kappingargrein | Fornavn | Eftirnavn |
13.30 | Trístøkk kvinnur, finala | Edna Maria | Debes |
14.00 | 800 m kvinnur, finala | Rebekka | Fuglø |
14.10 | 800 m menn, finala | Rúni | Seloy |
14.30 | 200 m finala, kvinnur | Margit Weihe | Fríðmundsdóttir |
14.40 | Trístøkk menn, finala | Tórur | Mortensen |
14.55 | 3.000 m kvinnur, finala | Bjørk Herup | Olsen |
14.55 | 3.000 m kvinnur, finala | Marna | Egholm |
14.55 | Klingrukast menn, finala | Hallur | Simonsen |